Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 52
58 Heimrustir lagið fyri kravinum, kongsbøndurnir í Sumba settu fram um skattagrundirnar har,94) men eisini sunnanfjørðs eru dømi um ta skipan, Lunddahl nevnir, og er hetta serliga í bygdum við munandi lítið av kongsjørð t. d. Hovi og Trongisvági,95) her vórðu skattagrundirnar undir útskiftingini settar at vera felags fyri alla bygdina. Á hin bógvin finnast dømi norðanfjørðs um, at heimrustirnar hoyrdu til tey einstøku festini, soleiðis á Selatrað.96) Samantikið kann tí verða sagt, at so við og við sum teir gomlu landnámsgarðarnir vórðu lagdir sundur í býb ingar og garðar, fingu teir sínar egnu heimrustir, og hesir vóru grundarlagið fyri álíkningini av kongsskattinum. Tíðin og sundurpettingin av ognarjørðini hevur síðani ført tað við sær nógvastaðni, at allar heimrustir í bygdini verða hildnar at hoyra til alt markatalið í bygdini. Tí er mun= urin millum heimrustir og teir gomlu almenningarnar so við og við horvin; hesar almenningar hevur øll bygdin altíð havt til felags brúk og við serligum endamáli, serliga var tað til gongd. Tann broyting, sum soleiðis er farin fram við heimrustum og almenningum, fær ein at seta ta hugsan fram, at heim= rustir og almenningar eigur bygdin sjálv t. v. s. annaðhvørt alt bygdarfólki, tey ognarleysu eins væl og hini, ella kom* munan. Tað hendir ikki so sjáldan, at ognarleys fólk brúka heimrustir og kanska eisini seta hús á tær. Fyrr var tað eingin ivi um at, bert teir, sum áttu í markatalinum, kundu seta búgv í bygdini. Lunddahl97) heldur heimildina fyri hesum vera í fyriskipan frá 21. mai 1777 § 8, men ivasamt man vera, um hetta fekst burtur úr nevndu § 8,98) og henda lógheimild hvarv í hvussu er í 1846.99) Størri týdning hevur tí ein dómur frá 1855,10°) har sagt verður, at »den fuldstændige Brug af den matriculerede Bø med* fører... først og fremmest Ret til at bosætte sig i Bøigden og altsaa Ret til i Forhold til sin Ejendoms Størrelse at erholde fornøden Byggeplads paa den til Bebyggelse be«
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.