Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 55
Heimrustir
61
anden berettiget protesteres mod denne Brug.« Dómurin er
soleiðis heilt samsintur við tað, Lunddahl sigur: Skatta*
grundirnar kunnu verða nýttar eftir egnum tykki, til onkur
mótmælir hesum. Tað sama verður sagt í einum dómi frá
1960m) soleiðis: hin einstaki eigarin »har ret til at be»
nytte enkelte heimruststykker, som de finder for godt, sá=
længe ingen gør indsigelse mod brugen.« Kortini er tað
gott fyrst at fáa sær samtykki frá hinum eigarunum, og
tá serliga um tann nýtslan, ið gerast skal av stykkinum,
krevur stórar íleggingar t. d. bygging, tí tá kann ein verja
seg fyri at koma sær óvæntað í kløtur. I hesum seinasta
dóminum verður eisini sagt, at hin einstaki eigarin ikki
við einum rættarmáli kann átala brúki av heimrustum, ið
ikki er til bága fyri hansara serligu (brúks»)rættindi á stykkí
inum, men at átalan má verða framd á grannastevnu.113)
Um heimrustir, ið ikki liggja til serstakligt brúk, kann
á grannastevnu verða tikin avgerð um nýtsluna, t. d. at
markatalið leigar tær burtur.114) Tá hevur hin einstaki eig»
arin sjálvandi einki við tær at gera.
Tað, her er sagt um brúksrættin á heimrustum, vísir,
at tað vanliga ikki ber til at vinna ognarhevd á heimrustum,
tí sjálvt um bygt verður á teimum, so er hetta bert ein
rættur — sum tað verður sagt í dómi frá 1929115) — ið
»ikke er uforenlig med den Raaden« einhvør »som delagtig
i Bygdens Fællig (Heimrustir) var berettiget til at udøve«,
og tí er hindraður í at »kunne erhverve Ejendomsret . . .
ved Hævd.«116)
Meðan tað sostatt fer at verða hildið, at hann, sum er
eigari í heimrustum, ikki kann fáa ognarrætt við hevd á
ávís øki, man nakað annað gilda, um ein maður, ið ikki
er eigari í heimrustunum, hevur sett sær t. d. eini hús á
tær. Hann hevur tá ræði á øki, ið hann ikki eigur heim*
ilt, og hetta ræðið er hitt sama, sum ein eigari hevur á
sínum grundstykki, og soleiðis er tað ikki heilt óhugsandi,
at ognarhevd kann vinnast. í øllum førum vinnur hann
brúkshevd.