Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 59
Heimrustir
65
37) Eisini eini sethús eru sett á almenning, men er hetta ólógligt eftir
vanligari áskoðan í bygdini.
Tað í notu 26 nevnda rættarmál var um eitt goymsluhús, sum aetls
anin var at seta á almenning.
38) Sbr. notu 26.
39) Sjá yvirlitið hjá L. Rynning 1934 s. 58—60 um tær ymisku merks
ingar orðið almenningur hevur. Eisini í Noreg verður hetta orðið nýtt
um tílík øki, ið frammanfyri er skrivað um t. d. »AImenningsveg«, men
vanligast merkir tað skóga* og fjallavíddir, har bygdafólkið eigur ymisk
brúksrættindi. Sjá annars um almenning Kulturhist. Leks. I, sp. 95 £f.
^0) Svabo s. 1345 (sbr. Landt s. 88) nevnir ein býling aftrat: Við
Kvíggjar, men ikki er í UKK 14.12.1955, har hesar skattagrundir finn*
ast, nevnd nøkur skattagrund, ið svarar til henda býling. í staðin finna
vit her tvær skattagrundir aftrat: Laðangarðsskatt og Kálgarðsbakka,
ið helst svara til býlingar, ið ikki eru nevndir hjá Svabo, sbr. Degn
1945 s. 276, har sagt verður, at í 1584 vóru festini Laðangarður (V-10
1/4 mk) og Niðari og Ovari Kálgarður (VI &. VIII, tilsamans 5 mk
10 gl).
1 FRD 7.12.1915 (s. 10/15) verður Krossskattur nevndur (hetta svarar
møguliga til kleysturjørðina í Einars Toftum (VII —1 mk) og til hana
hoyrir tax. nr. 122: Krossmørk).
41) Eisini er Hvanndalsskattur og Brekkuskattur. Til hesar svara
nøvnini á bønum Við Hvanndalsá (tax. nr. 236 — 3/4 mk) og Brekkus
bøur (tax. nr. 265 — 1 mk). Hesin bøurin saman við tí Úti við Ánna
(tax. nr. 263 — 3/4 mk) er tað, ið lá innangarðs til eitt kongsfesti, sum
(sbr. Degn 1945 s. 273) kom fram 1719 við samanlegging av teimum
upprunaligu festunum: á Skála (II — 3/4 mk), á Oyri (III — 3/4 mk) og
í Smillum (IV — 1 mk). Tá á Skála eisini er navnið á einum býlingi,
munnu eisini hesar skattagrundirnar hava havt samband við einstakar
býlingar.
Svabo s. 1349 (sbr. Landt s. 81) nevnir tveir býlingar aftrat: í Misá
og við Gjógvará, men einki vita vit um nakrar skattagrundir til hesar
býlingar.
42) Svabo s. 1354 (sbr. Landt s 82) nevnir bara hesar fimm býling»
arnar, men í útskiftingarprotokollini fyri 18.9.1945, verður ein sætta
skattagrund nevnd: Varðaskattur, men til henda svarar einki navn á
nøkrum býlingi. Tað skal her viðmerkjast, at talið á býlingunum er
ikki altíð beint hjá Svabo (og tað tykist sum Landt hevur skrivað
eftir Svabo) og viðhvørt hevur hann ikki allar við.
43) Svabo s. 1357 (sbr. Landt s. 82).
44) Nevndir í útskiftingarprotokollini fyri 22.8.1929.
45) Svabo s. 1365 (sbr. Landt s. 87) hevur eisini býlingarnar oman
Kirkju, Heygafløttur og á Teigum, men einki finnst um skattagrundir
5