Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 61
Heimrustir
67
garður í Innaradali og Korngarðurin á Hamri, ið hava týðuligt sam<
band við tveir av býlingunum: Hamar og Innari Dalur.
6°) Eftir Svabo s. 1377 (sbr. Landt s. 76) eru býlinganovnini hesi:
í Haga, á Bo, á Granda, við Á og á Breyt. Eftir taxatiónsprotokollini
eru eingi »hagaleys stykki« í bygdini, men har stendur, at allur bøurin
hevur tilliggjandi ymsar staðir: í Rustgarðinum (alt mark.italið), í Deild
(umleið 19 mk.), í Brekkujørð (6^/2 mk), í Kneysi (umleið 3 mk) og
í Beiti (2 mk). Tað letur seg kortini illa gera at leggja hesi tilliggjandi
til ávísar býlingar.
61) Sbr. FRD 1.12.1858, sum vísir, at heimrustir á Skarvanesi eru
í felag.
62) Svabo s. 1382 (sbr. Landt s, 69).
63) 1 grein 4 í uppboðstreytunum, sum nevndar eru í notu 4, verður sagt:
»Det imellem Steegaards Bøe og Plougen beliggende Stykke Jord eller
Beiti, paa hvis ncderste eller lavest Del Steegaards Huse staa ... bliver
fælles for Kjøberne, der efter EjendomssStørrelsen kunne gjøre sig
samme saa nyttig, som de bedst vide og kunne.«
At her er talan um heimrustir, er eingin ivi um. Sjá afturímóti notu 28
um almenningin, ið er felags fyri báðar býlingarnar.
6^) Svabo 1383-83 (sbr. Landt s. 70).
65) í einum sáttmála frá 1.3.1768 sæst, at bygdin upprunaliga hevur
ligið í triðingum: Prests*, Ryggs« og Húsatriðingur. Sáttmálin viðvíkur
býti av bjørgunum millum triðingarnar og við at samanbera tað vit
vita um hetta býti við tað taxatiónsprotokollin sigur, hvørjar jarðir
eiga í teimum ymisku bjørgunum, ið nevnd eru í sáttmálanum frá
1768, finna vit fram til, hvussu triðingsbýtið hevur verið.
Tríggir av teimum seks býlingunum í bygdini: Jansagerði, Kálva=
líð og Kirkjar liggja í Prestsstriðingi, meðan tveir: í Húsi og við
Eirikstoftir eru í Húsatriðingi. Hin sætti býlingurin: á Ryggi svarar
helst til Ryggs=triðingin.
66) Við str. SLK 22.12.1936 var felagshagin hjá báðum festunum
í býlinginum Miðgerði býttur, og tá var avgjørt, at »Græsning, sum
Geilir og Heimrustir afgiver, forbliver og benyttes i Fællig.«
67) Eftir Svabo s. 1413 (sbr Landt s. 43) hevur bygdin 4 býlingar:
í Húsi, í Mittúni, úti á Bø. Eftir Degn 1945 s. 193—94 vóru í 1584
fimm festi: í Miðhorni (I), úti á Heyggi (II) og Heima á Bø (3 festi
III—V), men festini vóru í Gabelstíðini løgd saman í eitt festi, men í
1709 løgd sundur í tvey við 11 mk til hvørt, og í 1741 var annað
teirra aftur býtt í tvey, hvørt við 5^2 mk. Hesi trý festini (niðri í
Stovu 11 mk, Uppi í Stovu 5*/2 mk og Mittún 5*/2 mk) hava, sbr.
Tax. B s. 49, eins og tær 8 ognarmerkurnar í bygdini síni serstøku
beiti, sum munnu vera heimrustir, sbr. haldsáttmála frá 11.3.1916 (FRD
15.11.1932 — b. 359/32) viðvíkjandi Niðri í Stovu, har tað stendur,