Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 63
Heimrustír
69
sæst, at heimrustir i Porkeri árliga vóru burturleigaðar á grannastevnu.
Nevnda UKK 14.12.1955 styðjar seg eisini í úrskurðinum til, at í
minsta lagi ein partur av skattagrundini Kálgarðsbakki í Sumba (sbr.
notu 40) eitt árið varð burturleigað á grannastevnu, og í FRD 7.12.
1915 (b. 10/15) verður nevnt, at grasningsrætturin á Uttaru Geil í
Sumba var burturleigaður á grannastevnu hin 27.1.1915, men her man
vera talan um ein almenning (geil), ikki eina skattagrund.
Sum seinasta dømi skal verða tikin FRD 1.12.1858, ið viðvikti
heimrustum á Skarvanesi; hesin dómur sigur tær at vera »de Rettigs
heder, der ere sammen med den matrikulerede Bø,« men her skulu
vit minnast til, at henda bygd ikki hevur býlingar, sbr. omanfyri,
notu 60.
75) Sbr. Svabo s. 1196, viðm. 2, ið sigur, at heimrustir eru »fælles
for hele Bøjdelavet« og M. Winther Liitzen 1924 s. 21, har sagt verður,
at »disse Arealer® t. v. s. heimrustir »hører til den oprindelige Indmark
og ejes af og bruges af dennes Ejere.«
Sum sermerki fyri ta vanligu hugsanina er eitt álit, sum S. P. úr
Kunoy, Gøtugjógv, og Sverri Patursson, Kirkjubø, gjørdu til virðis*
metingina av einum øki millum tvær áir í Sørvági (»Dungasandur«)
— b 87/46 — 13.7.1946. Undir metingini var ein stórur partur av eigars
unum í bygdini hjástaddur, og í álitinum verður sagt, at mestur allir,
har vóru, vóru »af den Formening, at »Heimrustir« hørte til den sam»
lede Bygd uden Hensyn til Ejendomsret i matrikuleret Indmark eller
i den fælles Hauge«; hetta má skiljast soleiðis, at heimrustir hoyra til
alt markatalið í bygdini, sama hvar tað liggur innans ella uttangarðs.
Kunoy og Patursson leggja aftrat, at henda áskoðan »er gældende de
fleste steder paa Færøerne.«
7*) LBK II s. 427.
75) Lunddahl nevnir her bert »Grunde«, men sigur seinni (s. 428),
at sama er við heimabeitum.
76) Sbr. Brøgger 1937 s. 118 og Matras 1933 s. 20.
77) Sbr. viðvíkjandi Skopun; í FASkr. 28.3.1833 (K. 78) verður
boðað frá, at amtmaðurin ætlar sær til Skopunar hin 1. apríl tað árið
»for at udvise fornøden Plads ril Opdyrkning og Bolsted for dem, som
dertii skulle udflytte.« í skrivi frá Sandoyar sýslu dagf. 9.8.1897 (FAJ
1897—770) verður sagt, at »enhver Ejer og Bruger« eru »lodtagne« i
»de til Bygden Skopen hørende Rustere« eftir markatalinum, teir hava
í jørðini í bygdini og man hetta vera meint við markatalið í traðunum.
I hesum skrivi verður eisini upplýst, at hús av ymiskum slagi so av
og á eru sett á heimrustirnar í Skopun, bæði sethús og fjós, hoyløða,
neyst og ein smiðja og bæði í hesum eins og fleiri øðrum rættarmálum
(FAJ 1914—664, 1918—429 og 1922—258), sæst at h;imrustirnar vóru
í felag millum fleiri eigarar í bygdini.