Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 67
Heimrustir
73
fingu skeyti og kundi fáa lán í húsunum. Ikki sæst, at eigararnir hava
mótmælt, men tá ið sýslumaðurin talaði at, helt hetta lagið uppat stutt
aftaná 1920; nú fór kommunan undir at keypa jørð og var soleiðis á
annan hátt før fyri at lata byggilendi, ið fólk høvdu neyðugt. I b. 159138
22.11.1938 er henda søla hjá kommununi av skattagrundum (í Tofta-
líð) í 1912 umrødd.
103) Sbr. notu 23.
104) Sbr. Tolstrup 1956 s. 328—30. — Hartkorn er eitt virðismát á
jørð, upprunaliga roknað eftir teimum gomlu landskuldsskattunum (tað
var festaranna árliga gjald til jarðardrottin), sum vóru álagdar i rugi
ella byggi (»hart korn«). Tað danska hartkorn kann — cum grano salis
— ein siga svarar til tað føroyska markatal.
105) FRD 1.2.1855.
106) T. d. í Norðadali, sbr. SLK. 20.8.1897. Sbr. eisini um eina tilíka
útskiftingarroynd notu 72.
107) T. d. við útskiftingina i Trongisvági varð semja gjørd hin 22.8.
1929 um at lata 5 ognarleysar persónar, ið høvdu bygt sær hús á skatta*
grundir, fáa hesi grundstykki.
108) Sbr. skrivið sum nevnt er í notu 56, har sagt verður, at tílíkar
avhendingar veit ein um eru farnar fram heima á Sandi við samtykki
frá øllum, sum rættindini høvdu.
109) Bonnevie s. 434.
110) LBK II s 427.
ln) FRD 7.11.1927 (b. 35l27) viðvíkjandi Fámjin.
H2) FRD 2.2.1960 (b. 518/58) viðvíkjandi Toftum.
113) í Danmark hava teir ta áskoðan, at ein og hvør hartkornseigari
hevur rætt at átalað óheimilað brúk av »gadejord« og at avgerð um
nýtsluna av »gadejord« bert kann vera tikin av einum meiriluta av
hartkornseigarunum, ið umboða meir enn helmingin av hartkorninum.
114) Sbr. notu 72, har umrødd er burturleigan av skattagrundum í
Sumba og Porkeri. I skrivinum sum nevnt er í notu 8, verður sagt,
at eitt ávist rustarastykki heima á Sandi á grannastevnu í 1926 varð
burturleigað til græsning í 5 ár.
115) FRD 19.3.1929 (b. 734/27) viðvíkjandi eini neystatoft í Svínoy.
Sakarmálið var um eitt neyst, ið farbróðir saksøkjarans hevði sett á
eitt felagsøki (heimrust) um 1860, men sum brimið hevði tikið í 1874,
og síðani høvdu ymisk nýtt toftina, til saksøkjarin í 1921 fór undir at
reisa neystið aftur.
116) Sbr. eisini FRD 2.2.1960 (b. 518/58), har sagt verður: »Ejen-
domsret til heimrustir vil i reglen ikke kunne erhverves ved hævd, i
hvert fald ikke af de enkelte ejere af bygdens marketal, idet disse har
ret til at benytte enkelte heimruststykker, som de finder for godt, sá
længe ingen gør indsigelse mod brugen. Den ráden, der udøves af