Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 78
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi.
Eftir Bendt Jensen.
INNGANGUR
Spondylosis og osteoarthrosis, ið fevna um úrskepandi
brekini í ryggi og stóru liðunum, hoyra upp í tær sjúkur,
ið vit longst aftur í undansøguligari tíð hava hóman av.
Broytingar í beinagrindini, eyðkenniligar fyri hesi brek,
eru funnar eitt nú hjá mannaættini — homo sapiens — til
dømis hjá Neanderthabmanninum (40.000 ár f. Kr.) og egypt*
sku skroppingunum. Líkar broytingar eru funnar hjá undans
søguligum djóraættum, og til stuttleika kann eg nevna, at
vit hjá núlivandi djóraættum hava samsvarandi broytingar
í liðum og beinagrind, eg nevni sum dømi Sháferhund*
inum. Hjá hesum hundaslagnum eru funnir nógvir úb
burðir við liðriði (subluxatio) í mjadnarliðum og hesum
á baki arthrosisgerð og tí vánaligt gongulag. Og meðan
hetta brek verður arvað, hevur tað verið óbøtiligt fyri
alingina av hesum vanliga hundaslag.
Tó at her er talan um sjúkur, ið hava verið til í mong
túsund ár, verður tú bilsin um at finna, so lítil áhugin
hevur verið fyri teimum. Ikki fyrr enn í hesum seinru ár*
tíggjunum eru hesar sjúkur, ið tíðum gera tey sjúku av=
lamis, vorðnar kannaðar við nærlagni og íðni, og ikki fyrr
enn í seinastu árunum eru menn farnir at skilja atvoldirnar
til, hvussu hesar sjúkurnar taka seg upp (sjúkuskapanin),
men mangt er ósvarað enn.