Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 79

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 79
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 85 Heilt stutt fari eg nú at royna at draga nakrar høvuðs= úrdráttir úr evninum og draga saman tær sannroyndir, sum til í dag eru til skjals, og bera fram tey hugsunarstøði, ið menn hava gjørt sær, um atvoldirnar til upprunan hjá hesum sjúkum. A. Um sjúkurnar og skapan teirra. Spondylosis og osteoarthrosis koma serliga hjá fólki, ið er nakað við aldur, ivaleyst tí at ymist ber saman. Lívføri vevnaða minkar við aldrinum, einamest tí at tilflutningurin av blóði svíkur. Atvoldin til hetta stendst m. a. av broyú ingum í vondini í æðravegginum. Teir gyrnu træðrirnir úrskepast og hvørva, og innrovan, ið bróstar æðrarnar innan, verður viðbrekin og tekur av, og her og har legst cholesterol og kálk í æðraveggin, tað tey vanliga rópa æðrakálking. Svíkjandi pumpustarv hjartasins ber at sama borði. Saman við hesum henda ymisk umskifti í sodningar« lagnum, eitt nú fer tíðum saltsýrugerðin í maganum at bila. Henda gerðin kann líðandi minka burtur eftir nøkrum árum og at enda heilt halda uppat. Bilandi saltsýrugerðin førir við sær í fyrstu syftu broyting í súrguni ovast í vib unum, í aðru syftu broytingar í gróðrinum í gørnunum, og hetta elvir saman við svíkjandi kveikagerð og frávikum í gallúrskiljingini svíkjandi innsog av umráðandi søltum og vitaminum. Ringast fer innsogið av kálki og fosfóri. Innsogið av hesum evnum er sum kunnugt treytað av tí, at D^vitamin er fyri hond. í vissan mun fer støðugt fram knotuskapan, tað er at siga í beinvevnaðinum verður reist av nýggjum og rivið niður, kálk og fosfór verður sogið upp úr viljaveitini og flutt við blóðinum til knoturnar. Nakað ávíst av kálki verður hvønn dag skilt úr við landi og skarni. Styrkin av kálki í blóði og vevnaða verður stillað av hjáskjaldkertlunum og broytist bert lítið, av tí at heilsu>= frábrigdi taka seg upp, so títt og brátt styrkin fer út um
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.