Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 80
86
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
mark. Minkar kálkstyrkin í blóðinum, eru knoturnar sum
goymsla, haðani kálkið verður drigið blóði og vevnaða til
frama. Tí er tað so, at beinagrindin hjá fólki nakað við
aldur ógviliga skjótt verður fyri úrkálking av teimum
broyttu innsoguumstøðunum saman við tí, at fólk nakað
við aldur tíðum hava til matnað kost, sum lítið kálk og
fosfór er í. Og ein úrkálkað knota verjir seg verri fyri tí
týnandi ágangi, ið vísir seg sum spondylosis og osteoar*
throsis.
Sjúkurnar eru sera víðgongdar. Konufólk eru mest fyri
sjúkunum um ta tíðina, tá ið tey fara av barnburði, uttan
mun til lívsumstøður ella yrki. Mannfólkið aftur í móti
uttan mun til aldur, men meir bundið til yrkið, meðan
menn í strævnari og tungari kroppsligari vinnu vanligast
fáa hesar sjúkur.
Vit kundu havt hug at farið eitt sindur meira út í æsur
við hesum. At konufólk fáa hesar sjúkur uttan mun til
umstøðu og yrki man vera av hormonávum. Meðan vit
vita, at bæði hjánýrabørkhormonini, kallkynshormonini
(androgenini) og kvennkynshormonini (østrogenini) hava
stóran týdning fyri knotuskapanina, er tað lætt at skilja,
at sjúkurnar hjá konufólki oftast koma undan kavi, tá ið
tey eru um at fara av barnburði, tí hetta er tað mundið
í lívi kvinnunar, tá ið størstu umskiftini henda í hormon*
umstøðunum. Tá ið saman um kemur man beinagrind
kvinnunar vera heldur meira viðbrekin enn hin hjá mann<
inum, eina mest hjá teimum kvinnum, ið verið hava við
barn fleiri ferðir. Tí barnakonuni og bróstakonuni tørvar
stórar nøgdir av kálki, og tí verður tá nógv lagt fyri beina*
grindina. Hjá mannfólki henda ikki slík lop í hormon*
gerðini, og helst er tað tí, at sjúkurnar ikki taka seg upp
hjá manninum í avmarkaðum aldursbólki, men heldur hjá
monnum í ávísum lívsumstøðum og í vissum yrkjum, tað
er at siga hjá monnum við tungum kroppsarbeiði. Tað er
tí so, at tær atvoldir, ið framman undan eru nevndar,
saman við tí, at nógv verður lagt fyri ávísar liðir ella