Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 82
'88
Úrskepandi sjúkur i liðum og ryggi
grovar arthroses taka seg upp, ikki bert í teimum sjúku
liðunum, men tíðum í hinari mjøðnini ella í knøunum.
At slitgikt kemur frísku megin, stendst av misbyrðan og
ovbyrðan av fríska beininum. Er limur styttur, hevur tað
við sær, at sjúklingurin roynir at viga upp ímóti hesum
við at hava kokuna halla. Tá bendast lendarnir til viks
(scoliosis), tað stendur skeivt á øllum hesum partinum av
rygginum, og úrslitið verður tá ofta grov spondylosis.
Annar sjúkubólkur, vit noyðast at gera vart við, eru
sonevndu ókyku beinvevnaðadeyðarnir, apofysitarnir, mest
gitnir teirra millum eru osteochondritis dissecans Kønig
og malum coxae Calve*Legg*Perthes. Hetta er ókykir vevn<
aðardeyðar í knútunum bæði í upp* og gongulímunum
og í rygginum. Ofta brotna tær sjúklaðu knoturnar undan
trýsti (samantrýstingarbeinbrot), og av tí at sjúkurnar sjáldan
verða grøddar, so knoturnar verða sum áður, skal lítið til
at liðflaturnar ganga ikki longur heilt hvør í aðra, og at
sjúklaði limurin styttist, og hesum í kjalarvørri koma so
misbyrðingar, og av teimum taka arthroses seg upp í øðrum
liðum, ið longur frá liggja, men sum nú verða ovbyrðaðir.
Higartildags hava teir verið grammir við skurði, eitt nú við
osteochondritis dissecans, men í heldur nýggjari ritgerð16
verður mælt til sum longst at viðgera sjúklingarnar aftur=
haldandi, tað er: banna ítrótt og strævið kroppsarbeiði og
at lata teir liggja í seingini tey tíðarskeið, teir kenna sær
mein, alt undir hóskandi røntgeneftirliti. Slepst ikki undan
skurðviðgerð, eigur hon at vera so lætthent sum gjørligt.
Triðja atvoldin til misbyrðanir, ið standast av styttingum,
mest í leggjunum, stava frá beinbrotum. At fáa brotend=
arnar í góða legu og at renna væl saman aftur er ikki nóg
mikið. Vit mega leggja okkum nær at koma rættvorðnu
støðuni næst, við ongari stytting at kalla. Hevur ikki nóg
nógv verið gjørt av her, tá ið brot eru toga í rættlag, er
vanligt at síggja arthroses taka seg upp í mjadna*, knæ*
og fótliðum. Gongur brotið inn í sjálvan liðin, er vandin
fyri arthrosis sjálvandi størri.