Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 83
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
89
Barnalamningur og aðrar kropsbundnar nervasjúkur, ið
hava við sær ringa vøddavisnan, kunnu sjálvandi elva
ógviliga álvarsama misbyrðan, og hon grovar spondyloses
og síðan arthroses.
Tað slepst illa undan, at sjúkur í bróskdiskunum geisla
millum, eina mest disklop (prolapsus disci intervertebralis),
sum frálíður, so hvørt diskúrskepingin vindur uppá seg,
dregur geislarnar, ið liggja at, inn í sjúkugerðina og elva
avmarkaða spondylosis við tætting av liðjaðarunum og
beinrúðurgerð.
Brunagerðir, bæði kykar og ókykar, elvn grovar broyt*
ingar í liðhylkjunum og bróskvevnaðinum, og einki er tí
at undrast á, at í slíkum liðið kann arthrosis taka seg upp.
Ilt er at halda sær, ikki í stuttum at nema við tann týdn*
ing, ið kappingarítróttur hevur fyri arthrosisframkomuna.
Skal ikki verða farið út í æsir, men kortini rikið fast, at
við teimum øðiligu setningum, ið settir verða teimum bestu
kappingarítróttamonnum, er so skjótt til, at einstakir liðir,
tað veldst um ítróttargreinina, kunnu vera fyri heilt ovur=
stórum byrðingum. Eina ítróttargrein havi eg hug at taka
burtur úr, og tað er at sparka bólt. Fótbóltspælarum eru
sera ofta fyri beinleiðis og óbeinleiðis meiðingar, eina mest
av knæliðunum. Meiðingar, ið elva løst av liðmánunum,
skræða liðabond sundur, fáa liðin úr lið og knæskelina
av lið og seta blóð á liðin, og tí eru heldur ringar arthroses
í knøunum at síggja hjá monnum, sum íðkað hava hesa
ítróttargrein.
At enda skal eg nevna, at vit hjá sjúklingum við alcapú
onuria og ochronosis síggja summar av teimum grovastu
arthrosis=> og spondylosissløgunum.ið síggjast kunnu. Sjúkan
stendst av ólagi í millumliða eggjahvítaevnisskiftinum11,12’13.
Sundurliðingin av phenylalanin og pyrovínberjasýru, sum
tá ið rætt er vorðið, við homogentisinsýru sum millumliði
enda í koltvísúrni og vatni, steðgar á við homogentisin*
sýru hjá hesum sjúklingum, tí vegna kveikatrot fæst hon
ikki meira sundurliðað. Evnið hetta verður til eina marg*