Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 86
92
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
C. Viðgerðarhættir.
Viðgerðin av hesum úrskepandi sjúkum í ryggi og liðum
hevur altíð verið heldur syndarlig søga burtur úr teirri
heiliráðlæknaligu giktviðgerðini. Viðgerðarhættirnir hava
til fyri fáum árum síðan verið bert afturhaldandi. Sjúkh
ingunum hava verið givnar tablettur av ymiskum slagi fyri
pínu. Umframt hava sjúklingarnir fingið einahvørja hita*
viðgerð (varmakodda, heitar ballingar, evjuballingar, móruí
ballingar, paraffinbað, furunálabað ella saltbað). Onnur hava
verið viðgjørd við stuttbylgjum ella røntgengeislum á teir
liðirnar, sum ringast hava verið farnir. Mangan er saman
við hesi viðgerð givin lætthent handaviðgerð av trútnu
vøddabólkunum. Hevur vøddapínan verið hon, ið eina
mest gjørdi um seg, hevur mangan okkurt staðdoyvandi
evni verið sprænt inn í teir vøddabólkar, ið ringast hava
verið farnir. Procain, xylocain og lík evni hava verið nýtt.
Summir sjúklingar hava gingið til viðgerðar, aðrir hava
verið lagdir inn. At ganga til viðgerðar hevur tann fyrb
mun, at sjúklingurin mest at siga fær hildið fram við ger*
andisyrki sínum og tí fær hildið liðirnar í røring, men
ikki man hann tá fáa fult gagn burtur úr hitaviðgerðini,
tá ið hann beint aftaná noyðist út í vátveður og kulda,
og heldur ikki fáa vit lætt um hjá sjúka Iiðinum, tá ið
gingið verður til viðgerðar.
Hjá innløgdum, flutt burtur úr yrki teirra, ber til at
lætta um hjá sjúka liðinum og at eira honum. Aftur ímóti
munnu røringar og virki liðanna fara illa, tí sjúklingar,
sum liggja til viðgerðar á sjúkrahúsi, liggja mesta samdøg*
urið í seingini. Kortini hava báðar viðgerðarhættir vanliga
átt tað í felag, at sjúklingarnir, meðan viðgerðin helt á,
hava kent seg toluliga væl tilpassar og kent sær lina, men
beinan vegin ella heilt stutta tíð aftaná, at viðgerðin er
hildin uppat, hava teir ofta fingið afturstig og sjúkueyð^
kennini eru komin aftur. Av tí, at sjúklingarnir tíðum eru
lagdir inn fleiri vikur, og eina til fleiri ferðir um árið,