Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 88
94
Úrskepandi sjúkur i liðum og ryggi
I. Alislæknalig viðgerð (physiotherapia) og røntgenvið*
gerð.
II. Hydrocortisat, sprænt inn í liðin.
III. Skurð* og skurðbeinilæknalig (kirurgisk og kirurgisk*
ortopædisk) tiltøk.
IV. Heiliráða viðgerð.
I. Alislæknaliga viðgerðirt.
Eygleiða vit fyrst alislæknaligu viðgerðina, kann vart
verða gjørt við, at fyrr fevndi hon eisini um røntgem og
aðra geislaviðgerð, ið nú eru skildar frá sum sjálvstøðugar
greinir. Kjarnin í alislæknaligu viðgerðini er í dag: handa^
viðgerð, venjingarviðgerð, bað og ballingar. Fyrr var alis^
læknaviðgerðin mest at siga bygd á vunnar royndir, men
nú meðan tað hevur eyðnast at greina tær alisligu, evnis*
frøðiligu og lívfrøðiligu avleiðingarnar sum í vevnaðinum
standast av teimum ymisku viðgerðarhættunum, er henda
viðgerð vorðin meira skilbundin. Tíverri hevur alislækna*
viðgerðin altíð verið ein forfjónað lærugrein. Flestu læknar,
og tað bæði heiliráðlæknar og útilæknar hava mest sum
ongan áhuga sýnt hesi lærugrein, og tað er at vera ógviliga
bilsin um, tá ið minst verður til, hvussu stórur partur av
sjúklingum útilækna og av teimum ásjúkrahúsum innløgdu,
ið eru sjúklingar, sum noyðast at fáa alislæknaliga viðgerð,
ikki bert til linna, men so sanniliga eisini til grøðingar.
I stuttum skal eg nema við teir einstøku viðgerðarhætú
irnar, sum standa í boði, og fyrst siga nakað sindur um
handaviðgerðina. Handaviðgerðin (massage) er við handa=
makt at ávirka vevnaðirnar við ávísum tøkum. Handavið*
gerð er avgamalt kynstur, sum longu 2000 ár f. Kr. varð nýtt
í Kina. Haðan breiddi tað seg til Indialands, Egyptalands
og Grikkaland, og bæði Hippokrates, Celsus og Galenos
hava handaviðgerðina við orði sum viðgerðarhátt. Hjá vilb
ini tjóðunum nýta heimalæknarnir ógviliga nógv handa*
viðgerð og handataksviðgerð (manipulationes) í viðgerðum