Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 90
96
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
Síðan skal eg nema við vertjingarviðgerðina ella sjúka-
fimleikin, sum eisini verður sagt. I Hellas gamla gjørdu
tey stak nógv burtur úr fimleiki, hetta vita øll, men minni
man vera vitað um, at tey lagaðu fimleik eftir teimum
sjúku og so statt nýttu fimleik til viðgerðar. Seinast í 18.
old varð í Norðurlondum farið undir skúlafimleik; undan>=
gongumenn vóru mest Sviar, eins og tað vóru Sviar, ið
meira skilbundnir skipaðu sjúkufimleikin. Endamálið hjá
sjúkrafimleiki ella venjingarviðgerð er at fáa fulla liðagongd
í ein lið, og ikki minst umráðandi at venja og styrkja um
vøddalagið og tí eisini um vøddalindina. Ikki skal eg fara
út í æsir við venjingarviðgerðini, men kortini leggja dent
á sumt, sum miklan týdning hevur.
Fyrr høvdu tey einki skil fyri, hvussu umráðandi vødda«
lagið er fyri knotu* og liðalagið. Høvdu sjúklingar brek,
ið elvdu pínu í knotum og liðum, var mest vanligt at
leggja kúrrar avvarandi lið ella teir partar av t. d. rygg*
inum, sum sjúkan sat í. Viðgerðin var at leggja um gips*
banding ella studdbanding, ella var tað ryggurin, ið sjúkur
var, so vórðu sjúklingarnir havdir at liggja í seingini í
gisplegum ella gipslindum. Burtur úr hesum fekkst í roynd
og veru lítið annað uttan tað, at vøddarnir munandi svunnu
(visnaðu) og tí mest sum einki styðjaðu longur. Tá ið
stundin so kom, at gongd skuldi fáast á sjúklingarnar, og
teir skuldu verða tiknir úr gipslindini ella fáast fram úr
gipsleguni, ella gipsið var tikið uttan av einum liði, hendi
tað seg javnan, at tá var neyðugt at býta um gipsið við
studdlind ella leðurbanding. Eina mest ryggjabrotum við=
víkjandi er nógv umskift seinri árini. Júst her var vanligi
viðgerðarhátturin tann, at leggja sjúklingin kúrran í gips=
legu nógvar vikur. í dag verður sjúklingurin altíð at kalla
lagdur í song við hørðum botni og hørðum hoyggi, og
fáar dagar seinri verður farið undir varliga alislæknaliga
viðgerð við venjing og styrking av ryggjafettarunum, kortini
uttan at tyngja á ryggin. Her fæst tað burtur úr, at sjúkb
ingurin skjótt missir pínuna, og einar tvær vikur seinri