Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 93
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
99
Kann henda eiga vit at nevna, at paraffinbað og paraffin*
handskar o. t. verður nógv nýtt. Hetta er so at skilja, at
brætt paraffin verður latið storkna rundan um hond og
fingrar sjúklingsins, meðan tað er heitt.
II. Hydrocordisat, sprænt innanliða.
Nú fara vit at líta at einum nýggjari viðgerðarhátti: at
spræna hydrocortisat og aðrar skyldar tilbúningar inn í
liðirnar.
1. Tilfar hjá øðrum.
I 1955 gav Hollander6, sum ein tann fyrsti, út upp á
prent eina rættiliga stóra ritgerð um at spræna hydrocorti*
sonum inn í liðir hjá liðabrekaðum. Áhugaðum verður
víst á hesa ritgerð og hinar ritgerðir Hollander’s6,7,s, ið
nevndar eru í bókmentalistanum, og ritgerðirnar eftir Ho=
ward og Hollander9, Stevenson 's, Duff2, Egilius3, Henrik-
sen5, SchledermannH, Surey17, o. aðr. fl.
Hollander gav í 1953 út tilfar, ið fevndi um 852 sjúkb
ingar, sum tilsamans høvdu fingið 8.693 innspræningar.
Um staðbundnu ávirkanina, sum hydrocortisonið hevur
upp á bindivevnaðin yvirhøvur, verður áhugaðum víst á
doktararitgerð Zachariaes19 1956.
Ávirkanargongdina vita vit ikki so ógviliga nógv um,
men hildið verður, at hydrocortisonum og skyld evni hava
doyvandi ávirkan á ókyku brunagerðirnar í liðahylkjunum,
samstundis sum liðasmyrslið verður rættvorðið eisini til
nøgdar. Meiningarnar um innsogu úr liðaholunum upp í
blóðrásina eru ógviliga ymiskar, summir høvundar halda,
at innsogan er mest sum eingin3, men aðrir halda, at har
er ógviliga stór innsoga4. Royndir mínar, nú eg í mong
ár havi givið stórar heiliverðir, geva ikki gruna um, at
innsogan er so ræðuliga stór. Vit hava í stóran mun givið
hesi evni til sukursjúklingar og hava bert í hendinga førum