Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 95
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
101
ring til, og so síðan taka upp aftur innspræningarnar, ofta
við sama góða úrsliti.
2. Egið tilfar.
Um heiliverðin og kynstrið at geva inn evnið er skrivað
sera nógv og sera ymist, og eisini eru menn sera ymiskir
á máli um gagni av hesi viðgerð. Tað kann vera so mangt,
ið hetta ger, og skal eg seinri nerta við tað. Men fyrst
vil eg í stuttum siga frá innspræningarkynstrinum og stødch
ini á heiliverðinum eftir teimum royndum, eg haldi meg
hava gjørt, síðan vit í 1954 fóru at nýta evnið á heiliráð*
deildini í Maribo, tikið undir á sama hátt á heiliráðdeildini
á amtssjúkrahúsinum í Næstved frá 1956 og hildið fram
á Dr. Alexandrines Hospitals heiliráðdeild frá februar 1960.
Vit hava nýtt holunálir, gjørdar lívssørar í turrum, og
sum einans hava verið nýttar til hesar innspræningar av
hydrocortisat inn í liðir, og sprænur, sum eisini eru gjørdar
lívssørar í turrum. Sáttreinskan av húðini við jodspritti 2
reisur heldur víða uttan um stunguna, eisini jodspritt uttast
á fingrarnar, men ikki lívssørar handskar.
Innspræningarkynstrið hevur verið hetta, taka vit hvønn
liðin sær:
7. Knæliður: Sprænt verður undir knæskelina innan*
kníggja, meðan útrondin verður trýst niður við tumlinum
á leysu hondini. Fremstifingur verður settur á innrondina.
Nálin verður uttan doyving kvikliga stungin inn, og pínir
hetta næstan ikki. Stungið verður oftast skeivt á tann hátt,
at rent verður til ov ovarliga, so nálin ber við brósk ella
beinserk á knæskelini, tí tá býður ímóti og tey fáa ilt.
2. Mjadnarliður: Best er her at spræna inn framman ífrá,
meðan sjúklingurin liggur opin á bakinum. Stungan eigur
at vera 3—5 cm uttan vert við har, vit kenna slagið úr
lærlívæðrini og 3 fingrabreiddir undir spina iliaca anterior
superior. Nálin verður stungin 60° á skák við holdið aftur»
eftir og inneftir, og tá ið vit bera við bein, er tað við
lærleggjahálsin innanvert við hylkisbrotið. Bera vit ikki