Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 106
112
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
í omanfyri standandi tilfari frá heiliráðdeildini á amts«
sjúkrahúsinum í Næstved, eitt tilfar, sum ikki er valt burtur
úr (tí sjúkradagbøkurnar eru tiknar hvør eftir aðrari eftir
innleggingardegi frá miðjum 1956 — mitt 1957), finna
vit góðan mun (virkt) hjá 42 burtur úr einum sjúklinga*
tilfari uppá 78. Góður munur, hava vit sagt, er fingin, tá
ið úrslitið, sum omanfyri er greint frá, var pínuloysi, mink*
andi liðtroti, meiri liðagongd og eingi sjúkueyðkenni drúgva
tíð. Toluligur munur (meðal virkt) er funnin hjá 16 sjúkb
ingum, og toluligur munur, hava vit sagt, er fingin, tá ið
pínuloysi er vunnin styttri tíðarskeið, hóast liðagongdin
er ikki batnað. Mest sum eingin munur (lítil virkt) er
funnin hjá 7 sjúklingum. Mest sum eingin munur er at
skilja so, at pínan kom aftur, tá ið heilt stutt var umliðið.
Hjá 12 sjúklingum gjørdi viðgerðin púrt ongan mun (eingin
virkt), t. e. at standurin var út í odd og egg hin sami
aftaná sum undan, at hydrocortisonum var innsprænt. 2
sjúklingar søgdu seg beinleiðis at vera versnaðir av inn«
spræningunum (teir søgdu, at pínan var verri, og liða*
gongdin minni).
Tí kann sigast, at hjá u. 54°/o av sjúklingunum er at
vera væl nøgdur við virktina, og hjá u. 20% er standurin
væl batnaður. Og av tí at flestu sjúklingarnir framman
undan annaðhvørt høvdu fingið alislæknaliga viðgerð uttan
varandi virkt ella alislæknaliga viðgerð og síðan røntgen*
viðgerð uttan varandi virkt, má úrslitið sigast at vera eggj«
andi.
Heiliverðirnir, ið nýttir eru, hava verið munandi størri
enn teir, sum vanliga verða nýttir. Eins og frá er sagt áður,
hava vit til stórar liðir nýtt 125 mg hydrocortisat Leo og
til smáar liðir umleið helvtina. Flestir heiliráðlæknar hava
áður nýtt eini 50 mg hydrocortisat til stórar liðir og 25
mg til smáar. Tá ið vit fóru at nýta hesar stóru heiliverðir,
var tað tí, at vit á heiliráðdeildini á amtssjúkrahúsinum í
Maribo (fyristøðumaður: dr. med. et mag. scient. E. Lund*
steen, yvirlækni) í 1955 — 56 fingu lagdar inn ikki sørt av