Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 108
114
ÚrsVepandi sjúkur í liðum og ryggi
skurð, av tí at vit eru ikki fullnøgdir við teir ymisku skurð*
hættirnar — tá er tað at leggja knæið stívt (arthrodesis)
ikki talt uppí. Skurðtiltøkini, sum standa í boði, eru arthro*
plastik, men úrslitið er heldur svikaligt, og eigur hetta tí
bert at vera gjørt á fólki, nakað við aldur. Sama er at
siga um osteophytectomia og synovectomia. Situr arthrosis
mest, har tað ber saman millum lærlegg og knæskel, kann
ein patellectomia vera frálíkt tiltak. Viðvíkjandi tí at gera
knæliðin stívan, hava menn fyrr aftrað seg, mest á gomlum
fólki, men verður gjørt eftir háttalag Channley’s har knút*
urnar verða trýstar ógviliga fast hvør móti aðrari (sonevnd
kompressiónsarthrodesis), er ikki meira enn hendingaferð,
at grøðingin er seinkað ella verður tægrut.
Sama er at siga um arthrosis í mjadnarliðinum, eisini
her verður roynt sum longst við afturhaldandi viðgerð.
Fæst ikki nóg gott úrslit burtur úr henni, t. v. s. at pínan
heldur sær við røringum, um náttina og í stillastandi,
noyðast vit at hugsa um skurð. Eisini kroppningar og
ringur sinadráttur í adductorunum kunnu elva til skurð.
Skurðhátturin, nýttur verður, veldst um hvussu arthrosis
er, um hon er øðru* ella báðumegin, og aldur sjúklingsins.
Yvirhøvur ber til at siga, at í fyrstu syftu verður ikki
farið undir stór tiltøk til fullnaðar. Gott úrslit fæst mangan
burtur úr eini obturatoriusexairesis ella eini inforatio capitis
femoris, men summum sjúklingum tørva størri atgerðir og
meira viðgongdar skurðviðgerðir. Av skurðum eru í at
velja arthrodesis, arthroplastik, ella osteotomia. Hjá yngri
fólki við liðiligum ryggi og frískum knæliðum, verður
arthrodesis oftast tikin framum. Aftur í móti dugir hon
minni til fólk, væl við alđur. Arthro^plastikkurin verður
gjørdur sum caput»collum*resectio og plast* ella metab
prothesis sett aftur í. 1 fyrstuni varð hesum litið nógv til,
og úrslitini í Iøtuni vóru eisini stak góð, ikki ber til at
siga annað, men tíverri, tá ið fá ár vóru frá liðin, versnaðu
nógvir sjúklingar, helst fingu teir ringari pínu vegna bein»=
pinnagerð, kálking av liðhylkinum og myositis ossificans.