Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 109
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
115
Og hjá summum losnaðu protheses. í dag nýta vit tí ikki
hetta tiltak til yngri fólk, men hjá gomlum fólki vil ofta
verða tikið til hetta, av tí at sjúklingarnir vanliga fáa nøkur
ár við ongari pínu. Tey ymisku osteotomia^háttaløgini hava
seinri árini tikið seg nakað fram. Ógviliga ymsir eru hátt*
irnir, men um allar er at siga, at miðað verður eftir coxa
valga støðu, so tyngdin verður at hvíla á meira upp og
niður. Tað minkar um slitið av liðinum. Sama fæst burtur
úr tí sonevnda miðstadda úrliðingarháttinum eftir Chann*
ley. Hetta verður gjørt so, at ræsið verður borað gjøgnum
acetabulum og í hetta ræsið verður liðknútan, sum bróskið
er flust uttan av, sett. At enda stendur í boði at taka
burtur liðknútuna og onga prothesis seta aftur í aftur, og
ofta verða tey eisini av hesum pínuleys.
IV. Heiliráða viðgerð.
Um viðgerðina við heiliráðum er at siga, at ikki skal
eg her nema við teir vanliga nýttu pínudoyvandi heilivág=
irnar úr salicylsýruflokkinum og við tilbúningar, skyldir
við teir. Men tá ið eg taki uppí her henda flokkin, so er
høvuðsatvoldin í fyrstu syftu, at eg álvarsamt vil vara øll
við at nýta cotisonum og skyldar tilbúningar til viðgerð
av sjúklingum við rættuligum úrskepandi sjúkum í liðu=
num (arthroses), og í øðru syftu tí at eg fegin vil hava á
orði ein tilbúning, sum seinri árini hevur lagt meir og
meir undir seg, og sum eftir royndum okkara í valdra
førum er heilt frálíkur, og tað er evnið butazolidin (3,5
— dioxo — 1,2 — difenyl — 4 — n - butyl — pyrazolidin).
Tilbúningin henda hava vit vitað um fleiri ár, og verður
hann, sum kunnugt er, nýttur til viðgerðar av sjúklingum
við polyarthritis chron., arthritis urica og fleiri øðrum sjúk^
um. Henda tilbúning fóru menn undir at nýta at kalla um
somu tíð, sum fagnaðarrómurin fyri hjánýrabørkhormon<
unum var í hæddini. Av hesum og eisini tí, at tilbúning*