Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 111
Úrskepandi sjúkur í Iiðum og ryggi
117
D. Niðurløga.
Nú skal verða roynt at taka saman um aftur og leggja
aftrat tí, sum oman fyri er greitt frá, og at gera av nøkur
stevnumið, hvørjir viðgerðarhættir nýttir eiga at verða í
hvørjum einstakum føri.
Slitgiktin, ið sum arthrosis herjar á stóru liðirnar, og ið
sum spondylosis herjar á ryggin, er sera viðgongd sjúka,
sum onkuntíð fer at raka flestu av okkum. Meginatvoldin
til, at hesar sjúkur taka seg upp, er, navnið sigur tað, at
lið- og knotulag eru fyri sliti, og tí skilst, at fólk, ið verið
hava fyri brunagerðum í ryggi og liðum, fáa sjúkuna á
yngri árum enn fóik annars. Sama er at siga um fólk, ið
viðføddar sjúkur hava, eitt nú eru fødd við mjødnini úr
lið, og fólk, ið havt hava beinbrot ella vøddalamningar.
Som er atvoldin til, at fólk við tungum kroppsarbeiði hava
meira lyndi íil at fáa slitgikt enn skrivstovufólk til dømis.
Meðan beinagrindin alsamt er fyri gerðum, sum ríva niður
og laða upp, skilst væl, at broytt kálkinnsoga vegna um=
skifti í starvshátti garnanna, eins og kostur, sum lítið er
í av teimum lutum, sum fara skulu til knotubygnaðan,
gera beinagrindina viðkvæmari, so tað líður skjótari eftir
hjá teimum niðurrívandi gerðunum. Hjá konufólki munnu
broytingar í hormonvøguni, tá ið tær eru um at fara av
barnburði, hava meira uppá seg, enn hildið hevur verið.
Skulu Iæknar gera nakað munandi til at firra hesum
kvalafullu og mangan sera avlemjandi sjúkum, noyðast vit
í fyrsta lagi at hava í huga firrandi viðgerðina (sjúkuvørnina).
Og her ræður um í tøkum tíma at gera av viðføddu sjúk=
urnar, viðgera tær væl og virðiliga og ikki missa sjúkh
ingarnar úr eygsjón, einamest í vaxtrarskeiðinum um kyn*
búningina. Síðan við yrkisleiðbeining royna at bera so í
band, at sjúklingar, ið hesar sjúkur hava, kjósa sær ikki
kroppslig tungarbeiði, sum leggja fyri teir partar av rygg*
inum ella teir liðir, ið veikir eru, tí tað vil vera sjúklingí
inum og, um so er, konu og børnum hansara, óbøtandi