Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 115
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
121
gerðarháttur bestur er í tí føri, sum er fyri hond. Besti
viðgerðarhátturin er hann, ið megnar at sleppa sjúkling*
inum undan sjúkueyðkennum og at gera hann arbeiðs*
føran. Viðgerðarhátturin, nýttur í hvørjum einstakum føri,
fer at verða treytaður av teimum tættum, ið omanfyri eru
nevndir, og eru teir: atvold sjúkunnar, sjúka liðinum, um
sjúkan situr øðrrn ella báðumegin, aldur sjúklingsins, standi
vøddanna og aðrir.
Vit mega fyrst og fremst minnast til, at høvuðssessur
sjúkdómsins er liðir og knotur, at broytingar í vøddunum
eru í aðru røð, og at vit tí ikki mega vænta, at viðgerð
av vøddum sær, veri seg heitar ballingar, stuttbylgjur, handa^
viðgerð og tílíkt, vilja hava nakra sum helst varandi virkt.
Stytt bein má javnast aftur við sjúkrafótbúna, vánaligt
gongulag við gonguvenjingum, viknaðir vøddar við sjúkra*
fimleiki, illa samanrunnin brot mega verða brotin uppaftur,
banding og studdbind eiga at verða nýtt so lítið, sum til
ber, somuleiðis long seingjarlega. Eru knoturnar úrkálk*
aðar, eigur saman við teirri byrjaðu viðgerðini at verða
givið kálk og Dívitamin, saman við vevnaðarbøtandi (ana=
bolisk) steroidi, t. d. durabolin. Hava vit sett okkum hesa
stevnuskrá, verður tað heldur sjáldan, vit vinna stórvegis
við eintáttaðari alislæknaligari viðgerð, men tíðari kunnu
vit geva sjúklinginum góðan bata við innanliða spræningum
við hydrocortisati og skyldum tilbúningum.
í teimum førum, har hydrocortisat onga virkt hevur,
munnu vit neyvan kunna vænta virkt, um tað so er við
sterkari alislæknaligari viðgerð ella røntgengeisling. Er talan
um heldur ungar sjúklingar, ella sjúklingar um miðjan
aldur, verða vit ofta at taka til skurðbeinilæknalig tiltøk,
so sum áður er greitt frá. Eru tað sjúklingar væl við aldur
ella heilt gamlir sjúklingar, kann í ávísum hóskandi førum
talan vera um samsvarandi skurðtiltøk, men tíðum tala
álvarsom brek í hjartaæðralagnum ímóti skurði. Hjá tílíkum
sjúklingum gevast ofta grundir til langrøkjuta viðgerð við
butazolidin, tá ið oman fyri nevndu atgerðir eru framdar.