Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 35
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
41
av rovfugli, so sum løgtingið nærri ásetti1). Hin føroyski
fólkatingsmaðurin B. Bærentzen var ímóti hesi broyting, tí
hann helt, at ikki nýttist nøkur samsýning, men at »Fonden
for Forulykkedes Efterladte«, hagar nevtollurin eftir upp*
runauppskotinum skuldi fara, trongdi nógv meira til pen=
ingin2). Uppskotið hjá Bærentzen fekk heilt góða undir*
tøku í fólkatinginum, og landstingið gav so eftir og tók
broytingarnar aftur3). Lógin varð síðani staðfest sum lóg
nr. 35 frá 18. mars 1881 »om Ophævelse af den færøske
Næbbetold«.
Ikki vardi leingi, so sást, at Rump og ikki Bærentzen
hevði rætt. Longu sama ár, lógin var staðfest, samtykti
løgtingið, at lata eina samsýning uppá 15 oyru fyri ravns*
nevið, tá ravnurin »end yderligere kunde befrygtes at ville
tiltage efter Næbbetoldens Ophævelse«4). í 1884 var sam*
tykt at hækka gjaldið fyri ravnsnev til 16 oyru, og eisini
lata eina samsýning fyri krákunev, hetta varð 8 oyru fyri
hvørt. Nevini skuldu beinanvegin, tey vóru tikin, latast til
ein álítandi mann í bygdini, sum sýslumaðurin hevði sett,
og síðani handast kallsmonnunum, og fyri at taka ímóti
og beina fyri nevunum vórðu goldin 3 oyru fyri hvørt«5).
Henda skipan skuldi — eins og hon frá 1881 — vera í
gildi í 3 ár, men varð longd í 1887 í 3 ár aftrat6), og í
1890 varð skipanin longd »indtil videre«7). í einari sýslu
(Vágum) hækkaðu teir sjálvbodnir hesi gjøld við 48 oyrum
fyri nevið8).
Skjótt sást, at hesi tiltøk vóru ikki nóg mikið. í 1889
kom umsókn til løgtingið frá Ørvingum, har teir bóðu
1) R. T. L. 1880181 teigi 191 og 248-49.
2) R. T. F. 1880181 teigi 1825.
3) R. T. 1880/81 F. teigi 2738-39, L. teigi 670-71.
*) Løgt. 1881 bls. 44-45 (b).
5) Løgt. 1884 bls. 34, b.
(•) Løgt. 1887 bls. 76, b.
7) Løgt. 1890 bls. 111 b.
8) R. T. A. 1891/92 teigi 3066 og løgt. 1890 bls. 75.
4