Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 119
Fiskimarkið
125
hjá. Við tað at meginuppskotið fall, fall eisini hitt fyri>
nevnda samtykta eykauppskotið.
Ráðstevnan í 1960 var sostatt úrslitaleys og endaði uttan
nakra samtykt um framtíðarviðgerð av málinum um víddina
av Iandhalginum og fiskihalginum.
8. Áðrenn hin avgerandi atkvøðugreiðslan fór fram á
1960«fundinum, segði hin bretski fiskimálaráðharrin, Sir
John Hare: »If we do not hang together now, we will
each hang separately«. Hetta kom tó ikki at galda fyri
tsland. Tí longu við sáttmála frá 1961 viðurkendi Stóra
Bretland, at ísland hevur eitt fiskimark upp á 12 sjómíl út
frá beinum grundlinjum. Til 12. mars í ár hava bretskir
fiskimenn rætt til at fiska millum 6 og 12 sjómíl til ávísar
tíðir og á avmarkaðum økjum. Frá nevnda degi hava ís*
Iendingar eitt viðurkent reint 12 míla mark við beinum
grundlinjum. Hetta markið liggur so langt úti, at øll gýt*
ingarplássini eru innanfyri. Eftir sáttmálanum hevur ísland
ikki bundið seg til ikki at flyta markið longur út, men
hevur bert átikið sær skyldu at siga Stóra Bretlandi frá
6 mánaðir frammanundan.
9. Eisini í 1961 hevur Stóra Bretland gjørt sáttmála við
Noreg um eitt fiskimark upp á 12 sjómíl út frá beinum
grundlinjum, men soleiðis, at bretskir fiskimenn til 31.
oktober 1970 hava rætt til at fiska millum 6 og 12 sjómíl.
10. Sáttmálaleiðin varð aftur roynd fyri Føroyar. Men
hon varð niðurløgd, tá ið tað ikki eydnaðist at fáa tær
sømdir, ið íslendingar høvdu fingið. Við løgskipan nr.
156 frá 24. apríl 1963 hevur danska stjórnin frá 12. mars
1964 sett fiskimarkið við Føroyar til 12 sjómíl út frá longst
møguligum beinum grundlinjum. Mótmæli eru komin frá
Stóra Bretlandi og Vesturtýskalandi.
11. Seinni í 1963 hevur Stóra Bretland uppsagt norð*
sjóvarfiskisáttmálan frá 1882. 1 januar 1964 er eftir bretskari