Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 61
Eitt sindur um setningar
67
maður skuldi sita og spinna. — Spunaløgini í roykstovuni
vóru fram við vegginum. Ofta var rokkurin í rokkhaldi (S.)
ella í nokkakleystri') á vegginum (Kf.). Tann einasti, sum
í roykstovu, har fleiri spunaløg gingu, stóð mitt á gólv*
inum og spann, var fínspinnarin. Fínspinnararnir vóru bestu
spunamenn; teir spunnu fínt garn, eitt nú kotagarn og
skjúrtagarn (skjúrtagarn var garn at veva til konufólka*
skjúrt), og tí skuldu teir vera har, sum ljósast var. Stundum
høvdu teir hvítt undir favninum, fyri at sjónskari skuldi
vera (H. — K.).
Tá ið menn skuldu spinna sín dagssetning, skuldi ullin
vera greið á skinninum, og vil tað siga, at ullin skuldi
ikki vera samanfløkt. Upp í setningin, sum ein skuldi
spinna, hoyrdi fyrst at karða ullina, og tá ið liðugt var
at spinna, skuldi vindast saman (S. — K.).
Ein húskallur skuldi spinna 2 pund2) av ull. Tað var
setningurin (Lucas Debes 1673), men Svabo nevnir, at
roknað var við, at maður í mesta lagi spann 2 pund um
dagin (Svabo 1781—82, útg. 1959), og Landt (1800) sigur,
at ein húskallur á hjólrokki, sum á hansara tíð vanliga
varð nýttur í Føroyum, dagliga kundi karða og spinna 2
pund av ull til tær sonevndu hálvfinu hosur (t. e. »Soldater*
Hoser«). Teir eru ikki fáir, sum kunnu spinna 2*/2 til 3
pund um dagin, og tá skulu teir umframt hava aðrar frá»
gerðir, eitt nú at bera torv til dagliga nýtslu og at draga
hoyggj til neytini (Landt 1800). Østberg (1922) sigur,
at maður skal spinna 4 merkur3) av ull um dagin, bera
inn torv til dagliga nýtslu og geva neytunum tað hoyggj,
teimum er fyri neyðini.
Viðvíkjandi samanvindingini er at siga, at tá ið maður
hevði spunnið eina snældu, so varð hon ofta sett á smoyggju*
■) Rasmussen (1949) sigur rokkasetur.
2) Eitt pund = 2 merkur = l/2 kilogram. (011 gomul mát, sum
her eru lýst við nútíðar mátum, eru úr Álmanakkanum 1963, ritstjóri:
John Davidsen.
3) Ein mørk = 250 gram.