Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 114
120
Fiskimarkið
lóg, ið gav fiskimálaráðinum fullmakt til at leggja avmarkað
øki av landgrunninum inn undir íslendska reglugerð og
lóggávu. Aftan á, at Stóra Bretland hevði stevnt Noregi
inn fyri dómstólin í Haag, segði ísland hin 3 oktober 1949
upp sáttmálan frá 1901 fyri at standa óheft, tá ið dómurin
fall. Á aðalfundinum hjá S. T. sama heystið legði ísland
fram uppskot um, at spurningurin um at gera eina alheims*
rættarskipan á havinum varð tikin upp av hinari føstu
fólkarættarnevndini hjá S. T. Hetta varð samtykt. Longu
áðrenn Haag«dómurin fall, gjørdi hitt íslendska fiskimála*
ráðið hin 22. apríl 1950 skipan um eitt 4 fjórðinga fiski*
mark á norðurlandinum, drigið uttan um beinar grund*
linjur eftir norskari fyrimynd. Aftan á, at dómurin var
fallin, gjørdi fiskimálaráðið í mars 1952 nýggja skipan um
grundlinjur og 4 fjórðinga fiskimark uttan um alt Island.
Stóra Bretland mótmælti, og bretskir fiskakeyparar hildu
í nøkur ár uppat at flyta fisk inn úr íslandi.1)
2. Meðan ísland var saman við Danmark, høvdu før=*
oyingar sum danskir ríkisborgarar somu fiskirættindi undir
Islandi sum íslendingar sjálvir. Aftan á 1943, tá ið ísland
varð leyst, varð enn í nøkur ár loyvt føroyingum at
fiska innanfyri í íslandi. Men fyrst í fimtiárunum varð
gjørt av, at føroyingar skuldu fara út um eins og aðrir
útlendingar. Hetta økti um áhugan hjá føroyingum fyri
fiskimarkinum heima. Mótvegis íslendingum gingu teir sátt=
málaleiðina. Meðan teir higartil høvdu havt felags fiski*
markssøgu, dragnaðu føroyingar nú nakað afturúr íslend*
ingum.
3. Við sáttmála frá 22. apríl 1955 millum Stóra Bretlands
og Danmarkar varð fiskimarkið við Føroyar víðkað nakað.
Á nøkrum økjum, serliga fyri vestan, varð tað lagt longur
0 Sjá grein eftir Hans G. Andersen í »Úlfljóti« fyri apríl 1954.