Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 42
48
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
Samsýningin kann innheintast við panting smbr. § 4.
Brot á lógina verður sektað smbr. § 5. Sum dømi um
hvat sektað verður fyri, nevnir løgtingsgreinargerðin1)
røktingarmann, ið »bevislig er vidende om, at en Ravn
yngler i hans Hauge«, og ikki meldar tað til eftirlits*
mannin, og eftirlitsmann, sum »uagtet sket anmeldelse for«
sømmer at lade Ravnen søge«. Tað man neyvan vera meir,
ið revsast kann fyri, um ikki verður gjørt sum lógin ásetir,
tí hann, sum ikki ger sína arbeiðsskyldu at søkja ravnin,
kann bert fáa endurgjaldsskyldu eftir § 2, pkt. 4, og hann,
ið fer eftir ravni í fremmandum haga og ikki lúkar treyt*
irnar eftir § 3, verður sektaður fyri ólógliga hagagongd
eftir § 41 í hegnlógini, men ikki eftir § 5 í ravnalógini.
Málini verða viðgjørd av sýslanna politirættum og kunnu
síðani skjótast inn fyri yvirpolitirættin, haðani tey ikki
kunnu fara longur.
Tað sæst lítið til, at lógin frá 11. mars 1892 hevur havt
stórvegis týdning. Einki mál hevur verið við yvirpoliti*
rættin um brot á lógina. í løgtingstíðindi verður mál um<
røtt viðvíkjandi manni, ið vil hava samsýning fyri at hava
skotið ein ravn, »der gennem flere Slægtled har haft Op*
hold ved Akraberg«; tingið vísti á, at hagarnir har í samsvar
við ravnalógina »mulig kan have en vis Forpligtelse til at
yde Andrageren Erstatning, hvis han da har udført en
fortjenstfuld Gerning ved at skyde Ravnen«2). Rættarmál
um endurgjald sæs ikki at hava verið, og møguleiki mundi
ikki verið at framt tílíkt mál, uttan so treytirnar í § 3 í
lógini vóru loknar.
At lógin hevur havt lítlan týdning sæst kanska best av
tí, at hildið varð fram, eftir at hon var komin í gildi,
at lata samsýning fyri ravns^ og krákunev. Tær sam*
sýningar, sum ásettar vórðu í 1890, vórðu í 1905 hækk*
aðar til 30 oyru fyri ravnsnevið og 10 oyru fyri kráku*
1) Legt. 1890 bls. 72.
2) Legt. 1923 bls. 112 og skjal 18.