Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 50
56
Føroysk og japansk fuglastong
statt teinurin ímillum nebbarnar. Armarnir stóðu í bug úr
horni í nebbar. Meskarnir á netinum, sum var gjørt úr
hampagarni ella toggarni, vóru 2 tummar (5,23 cm) hvønn
vegin. Netið skuldi vera so stórt, at kósin kom alin
(31,38 cm) niður um armarnar. Stundum var jarn* ella
hornhólkur á aftara enda á
stangartrænum. í sjálvum
endanum kundi vera píkur,
og harumframt, men sjáldan,
eisini krókur ella krókar
(Svabo 1781 — 1782, Landt
1800).
Síðani um leið 1780 og til
dags í dag hevur føroyska
fuglastongin verið tilevnað
eftir sama sniði, hóast ein*
stakar smáar broytingar eru
gjørdar, og at tilfarið til
stangartræ og stangararmar
nú yvirhøvur er úr øðrum
tilfarið enn tá, og netið verður
eisini tilevnað úr øðrum til»
farið. Men heildarsniðið er
óbroytt.
Japanska fuglastongin.
3. og 4. mynd sýna fuglaveiðiamboð úr Japan, sum
ikki eru ólík teirri føroysku fuglastongini.
Á 4. mynd er net við ørmum á einari bambusstong, sum
er heilt bein, og sum til longdar er 4 føtur og 6 tummar
(1,41 m). Á aftara enda á stangartrænum er ein klampi
(G). Hesin klampi hevur millum annað til endamáls at
forða fyri, at fleygamaðurin missir stongina. Á fremra enda
á stangartrænum er eitt tvørtræ (CC) um leið 10 tummar
(26,15 cm) langt. Netið er vanliga rutt úr fínum garni.
3. mynd. Japanska fuglastongin.
(Eftir Vendsyssels Tidende 1961)