Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 59

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 59
Eitt sindur um setningar 65 dagssetning og kvøldsetning, hava føroyingar mær kunnugt nýtt hesi orð (samanber um setning eisini Jacobsen og Matras 1961). Hitt gamla føroyska bóndasamfelagið, soleiðis sum ar« beiðislagið var, áðrenn broyting kom í eftir 1856 og enn meira eftir 1872, roknaði dagin at vera frá klokkan 6 á morni til klokkan 6 á kvøldi (sjá Landt 1800 og Evensen 1907). Bóndi í heimbygd mínari (K.), sum var upp á tað besta frá 1865 til út ímóti 1900, og sum ongantíð fekst við annað arbeiði uttan bóndaskap og útróður, hevði tann sið, at tá ið menn skuldu í hagan at arbeiða, eitt nú í torv, skera upp haga og annað meiri (fjallgonga ikki íroknað), so skuldi farast av garði kl. 6 á morni, og teir skuldu vera afturkomnir í roykstovuna klokkan 6 á kvøldi. Og hesin bóndin helt fast við hetta alla ævi sína. Sambært tað, sum sagt verður um kvøldsetning (sjá seinri), tykjast teir fyrr at hava roknað arbeiðstíðina ein vetrardag frá klokkan 9 á morni til klokkan 9 á kvøldi. Tað vanliga man hava verið, at teir fyrr hava roknað arbeiðsdagin 12 tímar. Tó verður sagt úr Vágum (Rasmussen 1949), at har var arbeiðsdagurin einar 16 tímar. 1. Tøting. At karða og spinna roknaðist at vera mannfólkaarbeiði (Landt 1800); og soleiðis var heilt út ímóti 1900, ið hvussu er, sjálvt um orðatakið sigur »at neyð lærur nakna konu at spinna«. Elsta amboð at spinna við, sum vit vita um í Føroyum, er handsnældan, og verða renlar eisini funnir at siga í øllum útgrefstrum (Dahl 1955). Handsnældur kundu vera ymiskar á útsjónd og stødd alt eftir tí, ið spunnið skuldi verða á teimum, og tí hava teir fyrr kallað handsnældur við tí heiti, tær vórðu nýttar til, eitt nú reipsnælda, garna* snælda, haftsnælda, bandasnælda ella togsnælda. — Hand*
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.