Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 93
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
99
grundast bert á ta læknaligu kanningina av sjúklinginum,
meira enn illgruni um sjúkuna fæst ikki, men sjúkuavgerðin
má verða styðjað við serligum fullfíggjandi starvsstovu*
kanningum. Starvsstovukanningarnar kunnu býtast í tveir
bólkar: 1. Beinleiðis háttalagið. 2. Óbeinleiðis háttalagið.
Við beinleiðis háttalagnum verður toxoplasma ald burtur
úr eitlum, vøddavevnaði, mandlum, húð, blóði, mønufloti,
landi, úrsetingum og tilfari frá líkskurði. Ella við beinleiðis
sjóneykurannsókn.
Við óbeinleiðis háttalagnum verða nýttar ávísar sveita*
vatnsvísingar ella vevnaðarfrøðiligar kanningar. Eg skal
umrøða tvær vísingar, tað sonevndu komplementbindingarí
vísingina og dye=prógvið eftir SabimFeldman. Meðan
toxoplasmosis varir, verða gjørd ymisk andevni, millum
onnur eitt komplementbindandi og eitt kyknuslímbroytandi
andevni, sum verður ávíst við tí sonevnda dye«próvnum.
Hesar vísingar eru tað, vit nýta til sjúkuavgerðina. Áhug=
aðum verður víst á ritgerðir um komplementbindingars
vísingina eftir Warren og Russ33 — og viðvíkjandi dye«
próvnum eftir Sabin og Feldman29.
Komplementbindingin verður rættiliga seint positiv og
er sterkast eftir 1—2 mánaðum, eftir tað viknar hon. Dye«
prógvið verður positivt í fyrsta mánaði og heldur á at
vera positivt í fleiri ár.
D. Sjúkumyndin.
Eins og røtt er um, verður skilt millum viðfødda og
fingna toxoplasmosis. í teimum viðføddu førum hevur
mamman sum oftast nýfingna, men eyðkennisleysa ígerð.
Frá brunadeplunum í eftirburðinum verður fostrið smittað,
og tað kann, beint tá ið tað er borið í heim ella fáar vikur
eftir, fáa meningoencephalomyelitis, chorioretinitis, icterus
og maculapapuløst exanthem. Eyðkent er eisini hydro=
cephalus, heilakálking og ófullføri og eisini viðfødd hjarta«