Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 126
132
Fiskimarkið
(b) Eítir grein 4 í sáttmálanum frá 1958 um landhalgið
og beltið uttanfyri kunna beinar grundlinjur dragast sum
støði fyri sjómarkinum, har ein strond er djúpt vágskorin,
ella har oyggjarøð liggja beint fram við henni.
Spurningurin um rættin til at draga tílíkar grundlinjur
uttan um oyggjabólkar sum eina heild, tá ið teir liggja
fyri seg sjálvar úti í havinum, er harafturímóti óloystur í
hinum positiva fólkarættinum.
Nøkur lond, serliga U. S.A. og Stóra Bretland, hava ta
støðu, at markið í hesum førum má dragast uttan um
hvørja oyggj fyri seg.1) Aftaná Geneve ráðstevnuna í 1958
hevur Sir Gerald Fitzmaurice, ið var næstformaður í hinari
bretsku sendinevndini, sett fram tað sjónarmið, at henda
amerikanskíbretska støðan var løgfest sum galdandi fólka
rættur við grein 10, deild 2, í sáttmálanum um landhalgið
og beltið uttanfyri. Henda reglan er soljóðandi: »Land«
halgið hjá einari oyggj verður at seta eftir reglunum í hesum
greinum« (t. e. greinunum í sáttmálanum).2) Tað er heilt
ivaleyst, at hetta sjónarmiðið ikki er beint.3)
Málið hevur verið nógv kannað av altjóðaløgfrøðingum,
millum annað av fyrireikingarnevndini hjá ráðstevnuni í
Haag í 1940 um løgsavnaskipan (kodifikasjón) av fólka*
rættinum og av hinari føstu fólkarættarnevndini hjá S. T.
frammanundan ráðstevnuni í Geneve í 1958.4) Á ongari
ráðstevnu varð nakað uppskot um spurningin sett undir
atkvøðu. Trupulleikin hevur verið, at oyggjabólkar eru so
ymiskir í útsjónd. í nøkrum liggja allar oyggjarnar nær
saman, bæði úti í umhvarvinum av bólkinum og innan*
fyri. í øðrum bólkum eru tær meira ella minni spjaddar,
annaðhvørt úti í umhvarvinum ella innanfyri ella báðastaðni.
') Jens Evensen í document A/Conf. 13/18, U.N. Conference, Offi»
cial Records vol. I s. 297.
2) »The International and Comparative Law Quarterlya vol. 8 s. 88.
3) Max Sørensen i »Netherlands International Law Review« fyri
1959, special issue, s. 324, nota 23.
4) Jens Evensen ibid. s. 290-295 og Max Sørensen ibid. s. 316—324.