Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 72
78
Gitt sindur um setningar
sigur, at hann visti um eitt stykki í bønum í grannabygd,
sum var 4 sátulendi til víddar, og sum fleiri høvdu roynt
at sligið ein dag mest sum til roysnis, men hann visti bert
um ein sláttumann, sum hevði fingið hetta frá hondini
sum dagsverk. í hansara egnu bygd høvdu sláttumenn
eisini roynt at sligið eitt stykki uppá 4 sátulendi ein dag,
men hann visti einki um, at nakar hevði kunnað gjørt tað.
Eftir hesum at døma, hevur dagsverkið hjá sláttumanninum
í summum førum verið at sligið so mikið ein dag sum
til 9 byrðar av hoyggi, í øðrum til um leið 7 byrðar. Og
her er roknað við, at menn nýttu hin gamla heimagjørda
líggjan at sláa við.
8. Kvøldsetningar.
Kvøldsetningur ella kvøldsgerð var tað arbeiði, sum eitt
vaksið fólk skuldi fáa úr hondum greitt eitt vetrarkvøld.
Tá var kvøldið roknað frá nóni, klokkan 3 seinrapartin,
og til klokkan 9 á kvøldi (H. — K.).
Tey arbeiði, sum nevnd verða í hesum sambandi, eru at
raka neytshúð, raka seyðaskinn, fletta og elta tálg.
Tá ið menn fyrr rakaðu neytshúð, so lá tað petti av
húnni, sum hann rakaði, á knænum, vanliga á høgra knæi,
og niðan á lærið. Maðurin rakaði við hvøssum knívi eitt
petti í senn oman móti knænum og førkaði so húnna.
Somuleiðis varð gjørt, tá ið ein rakaði seyðaskinn; tá høvdu
menn altíð brotið brókina so langt niðan, at skinnið Iá
niður á bert lærið, tí tá var slættari undir og betur gekkst
at raka. I skurðtíð heilt til um ár 1900 og eftir tað við
var allur skurðurin, sum kom til garðs, vanliga flettur sama
kvøldið. Hetta var neyðugt, tí somu menn gingu á fjall
dag um dag. Hetta var ein tann strævnasta tíðin hjá teimum,
sum gingu fjøllini, fyrst at reka seyð í rætt, so skuldi
hagreiðast, og í mongum førum skuldi seyðurin beinast
langa leið til húsa heim; so at býta og fletta, og aftur á
fjall dagin eftir. At skera og elta tálg var strævið vetrar^
arbeiði (Joensen 1960 og 1964).