Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 48
54
Føroysk og japansk fuglastong
Sjálvandi átti hetta evnið at verið viðgjørt út í æsir, tá
ið tað verður tikið til viðgerðar; men í hesum viðfangi
fari eg at gera heldur skjótt av, og er hetta ein lítil roynd
til at vísa á, at tílík amboð sum føroyska fuglastongin
ikki eru heilt ókend aðrastaðni, hóast tey fornu føroysku
amboðini av hesum slagi og
tey, sum komið er fram á
hjá øðrum, ikki kunnu sigast
at vera heilt makað. Skyld*
skapurin er stórur, og eg
loyvi mær at vísa á hann.
Føroyska fuglastongin.
1. og 2. mynd sýna før*
oyska fuglastong; á 2. mynd
er stangartræið ikki teknað
í heilari longd. Netið eigur
at koma nærri at horninum,
enn tekningin sýnir, men fyri
at lutirnir á stongini skulu
koma betur til sjóndar, er
tekningin vorðin, sum hon
er. Festur í báðar nebbarnar
(II) gongur fyritráðurin (I) ígjøgnum meskarnar í útjað«
arinum frammi á netinum. Utjaðararnir á liðunum á net«
inum eru smoygdir upp á stangararmarnar (III), soleiðis
at meskarnir Hggja um armarnar. Kósarbandið (IV) gongur
ígjøgnum meskarnar í aftara jaðara á netinum, dregur teir
saman og verður knýtt fast um stangartræið (VIII) aftan
fyri hornið (VI). Kósin (V) er í netinum, har tað er djúpast.
í horninum (VI) eru 3 spor. í tað mittasta er fremri endi
á stangartrænum festur, og ígjøgnum hini bæði ganga
stangararmarnir (III), sum verða lagdir á kross aftan fyri
hornið (VI) somu megin á stangartrænum (VIII), og við
vavinum, íbindinum (VII), verða teir bundnir væl fastir
1. mynd. Føroyska fuglastongin.
(Eftir Jonsson og Linnman 1959)