Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 113
Fiskimarkið
119
so mikið at týða fyri Stóra Bretland, at hetta landið var
til reiðar at fara í kríggj móti sterkasta latidið í verðini
fyri at fáa markið viðurkent.1) Henda samrøðan varð hildin,
tí at ein bretskur trolari sama árið var tikin innan fyri hitt
norska markið, men uttan fyri 3 fjórðingar.2) Áralangar
samráðingar fóru fram millum bæði londini, men Noreg
broytti ikki støðu sína.
Við kgl. boðskrivi frá 12. juli 1935 varð fiskimarkið fyri
allan tann Iutin av teirri norsku strondini, ið liggur norðan
fyri 66°, 28.8’, ásett til 4 fjórðingar frá samstundis
ásettum beinum grundlinjum. 1 innganginum til boðskrivið
sigist, at fiskimarkið verður drigið »med grunnlag i gamal
nasjonal hevd, — i samsvar med dei geografiske vilkára
langs den norske sjøside, — til verje for livskrava for den
norske busetninga i den nørdste luten av landet.«3) Stóra
Bretland mótmælti alt fyri eitt, og samráðingar vórðu tiknar
upp. t 1949 var komið fram til eitt sáttmálauppskot, sum
bretska stjórnin segði seg at vilja góðkenna. Men upp*
skotið varð einmælt felt av norska Stórtinginum. í sep*
tember 1949 stevndi Stóra Bretland Noregi inn fyri altjóða*
dómstólin í Haag. Undir rættargongdini viðgekk Stóra
Bretland, at Noreg hevði vunnið sær søguligan rætt til
eitt 4 fjórðinga mark, og stríðið kom so at standa um
grundlinjurnar. Dómurin fall 18. desember 1951 og var
ein sigur fyri Noreg. Hann sigur, at tær norsku grund*
linjurnar ikki stríða móti fólkarættinum.
C. Aftaná o. u. 1950.
1. Dómurin í Haag er ein megintilburður í sjómarks<
søguni. Hann fekk nógvar avleiðingar. Har ið Noreg slepti,
tók ísland við. Hin 5. apríl 1948 var komin í gildi íslendsk
1) Fisheries Case II s. 740.
2) Fisheries Case, Judgment s. 125.
3) Fisheries Case, Judgment s. 125.