Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 125
Fiskimarkið
131
tað vil eisini bera í sær, at hesi lond ikki longur halda
eitt 12 míla landhalgi vera stríðandi móti fólkarættinum.
Tí gildi av einum unilateralt settum fiskihalgi upp á 12 sjó*
míl kann neyvan hvíla á øðrum grundvølli, enn at við*
komandi land hevur rætt til eitt landhalgi uppá 12 sjómíl.
Ein 6 míla regla um víddina av landhalginum hevur ikki
størri heimild í royndum hjá londunum enn ein 12 míla
regla. Ein altjóðadómstólur, t. d. dómstólurin í Haag ella
ein altjóðagerðardómstólur, kann í dag valla koma til annað
úrslit, enn at eitt 12 míla landhalgi ikki stríðir móti fólka*
rættinum.
Tað kann neyvan vera stríðandi móti fólkarættinum, at
eitt land, ið hevur rætt til eitt landhalgi uppá 12 sjómíl,
bert nýtir henda rætt til at kanna sær einarættin til fiskú
skap út til 12 sjómíl, men setur hitt almenna landhalgið
Iongur inni.1)
Skal hin komandi norðsjóvarfiskisáttmálin vera galdandi
móti øðrum londum, kann Stóra Bretland sostatt ikki uttan
at taka støðið undan sær sjálvum siga, at hitt nýggja før*
oyska fiskimarkið er stríðandi móti fólkarættinum, tí at tað
er sett unilateralt, ella tí at tað gongur út um landhalgið.
Sum nevnt er ætlanin at taka upp í sáttmálan, at lond,
ið eru von at fiska undir einum limalandi, skulu hava
rætt til at fiska inn til 6 sjómíl frá hesum landi. Ein tílík
regla um søguliga grundað serrættindi fyri einstøk lond
til fiskiskap innan mark hjá øðrum londum hevur fyrimynd
sína í nøkrum uppskotum á ráðstevnunum í Geneve2) og
í sáttmálanum frá 1959 millum Stóra Bretland og Føroyar
um fiskimarkið við Føroyar. Hon hevur onga almenna
heímild í fólkarættinum.
>) Á ráðstevnunum í Geneve høvdu Sovjetrusland og hini londini
í Eystureuropu ta støðu, at eitt land kann ikki hava eitt fiskihalgi uppá
12 sjómíl uttan samstundis at hava eitt landhalgi uppá 12 sjómíl, sjá t. d.
Second Conference, Official Records, s 39.
2) Serliga uppskotið í document A/Conf. 13/C. 1/L. 159/Rev. 2, U. N.
Conference, Official Records, vol. III s. 253.