Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 7
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
13
í Norðurstreymoy og Vágum, tá ið sagt verður, at tað
»ikke saa helt sjældent* hendir, »at Ravnene under et
Smaalams Fødsel hugger Lammets Tunge af, saa det ikke
kan give Lyd fra sig under Fødselen*, soleiðis, »at Mo<
derens Opmærksomhed ikke vækkes.« Meira trúligt ljóðar
tað, sum sagt verður í somu umsókn, at ravnur viðhvørt
legst á seyð, »naar disse er sneet under og ikke er i Stand
til at arbejde sig frem igen, eller paa anden Maade er
kommet til at sidde fast i Sne eller sumpet Jord*1).
Allir eru tó ikki á einum máli um, at ravnurin er so
skaðiligur. I Danmark lógu menn áður eftir honum soleiðis
sum í Føroyum2), so at hann var næstan heilt útdeyður3),
men í 1922 varð hann friðaður4). Fuglafrøðingurin Finn
Salomonsen hevur verið av tí áskoðan, at ravnurin óivað
ger skaða í Føroyum, tí hann tekur t. d. nýlembd lomb,
men at hann eisini ger gagn, tí hann tekur orm, ormverur,
rottur og alt burturkast5). Tað munnu tó ikki vera mangir,
ið hava somu áskoðan sum Salomonsen. Flóast nakrir
føroyingar, sum eru millum teir frægu at kenna til fugl,
í 1950 sendu tilráðing til løgtingið, at avtaka samsýningina
fyri ravnsnev, tí at ikki var so nógvur ravnur til longur
— hesi tilráðing var ikki gingið eftir, tí landsstýrið helt,
»at reglurnar um at oyða ravn ikki eiga at linkast«6) —
1) Løgt. 1915 bls. 182.
2) 1 tíðarskeiðinum 1778—80, tá latin varð samsýning uppá 6 skill*
ingar fyri hvønn skotnan ravn, sigst at einir 1000 vóru skotnir í Dan<
mark, smbr. Poul Lorenzen: »Vilde fugle i sagn og tro«. 1960 bls. 72.
3) Smbr Knud Barfod: »Kragefugle« (Faglig Læsning nr. 98). 1937
bls. 8—9 og sami í verkinum »Frem« (1928) D. II bls. 204.
4) Smbr. veiðilógina nr. 279 frá 30. juni 1922 § 18 c, nú veiðilóg nr. 145 frá
28. april 1931 (lógarkunng. nr. 109 frá 25. mars 1959) § 16, c. — Eftir gomlu
donsku veiðilógini (nr. 79 frá 12. maj 1894 § 6, stk. 1) var loyvt hvørjum
eigara og brúkara á egnari jørð at drepa ravn og oyða ungar og reiður.
5) »Føroyar« I (1958) bls. 69.
6) Legt. 1950 bls. 143. Nevnda skriv (bls. 142) er dagfest 8. sept«
ember 1950 og undirskrivað av: Sverra Paturssyni, Herlufí B. Thomsen,
Nielsi í Botni og Sigmundi Petersen.