Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 66

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 66
72 Eitt sindur um setningar sigur somuleiðis, at sambært vanliga frásøgn skuldi ein húskallur sum dagsverk velta so stóra vídd, sum um heystið gav eina tunnu av korni, og skilar hann til — eins og Svabo — at eitt hálvt tunnulendi man vera tað mesta, ein kann rokna við sum dagsgerð, tá ið húskallur skal velta korn. Østberg (1922) sigur, at dagsverkið hjá manni var at velta eitt tunnulendi, og somuleiðis var tað dagssetningur hjá manni at saksa eitt tunnulendi. Uttan iva man tað ikki hava verið møguligt yvirhøvur í Føroyum fyrr í tíðini at áseta, at setningurin velting við* víkjandi sum dagsgerð skuldi vera tunnulendi. Men hesin setningur er nevndur av so mongum, at uttan iva hevur verið roynt at seta tílíkan setning fyri, tá ið menn veltu, og í summum bygdum man hetta hava verið setningur, dagsverk. 4. Kornarbeiði. Tá ið kornarbeiði1) var fyri, eru setningar at nevna í samband við at skera akur, at ripa og at lata av sorrti. Akurknívurin, sum nýttur var út ímóti 1900, var sum oftast tilevnaður úr uppslitnum líggja (Rasmussen 1949), men fyrr í tíðini skóru teir við vanligum telgiknívi (Debf.s 1673, Svabo 1781 — 1782 og Landt 1800). Svabo skilar til, at hann einans visti um ein mann í øllum Føroyum, sum nýtti akurknív av útlendskum sniði, eina sigd (samanber Rasmussen 1949). í Sandoy roknaðu teir 18 bundi til eina tunnu av korni, í Sumba 8 og í Vágum 12 til 14 bundi. í Porkeri rokn* aðist raskur húskallur at skera 12 bundi um dagin, og í Vágum kundi maður í tjúkkum og góðum akri skera 10—12 bundi um dagin, men ikki í tunnum akri (Svabo 1781—1782). Eftir hesum at døma skar maður um leið til 1) Kornarbeiði viðvíkjandi verður víst til Landt 1800, bls. 312 ff. Rasmussen 1949, bls. 73 ff; María Skylv Hansen 1950, bls. 23 ff.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.