Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 66
72
Eitt sindur um setningar
sigur somuleiðis, at sambært vanliga frásøgn skuldi ein
húskallur sum dagsverk velta so stóra vídd, sum um heystið
gav eina tunnu av korni, og skilar hann til — eins og
Svabo — at eitt hálvt tunnulendi man vera tað mesta, ein
kann rokna við sum dagsgerð, tá ið húskallur skal velta korn.
Østberg (1922) sigur, at dagsverkið hjá manni var at
velta eitt tunnulendi, og somuleiðis var tað dagssetningur
hjá manni at saksa eitt tunnulendi.
Uttan iva man tað ikki hava verið møguligt yvirhøvur
í Føroyum fyrr í tíðini at áseta, at setningurin velting við*
víkjandi sum dagsgerð skuldi vera tunnulendi. Men hesin
setningur er nevndur av so mongum, at uttan iva hevur
verið roynt at seta tílíkan setning fyri, tá ið menn veltu,
og í summum bygdum man hetta hava verið setningur,
dagsverk.
4. Kornarbeiði.
Tá ið kornarbeiði1) var fyri, eru setningar at nevna í
samband við at skera akur, at ripa og at lata av sorrti.
Akurknívurin, sum nýttur var út ímóti 1900, var sum
oftast tilevnaður úr uppslitnum líggja (Rasmussen 1949),
men fyrr í tíðini skóru teir við vanligum telgiknívi (Debf.s
1673, Svabo 1781 — 1782 og Landt 1800). Svabo skilar til,
at hann einans visti um ein mann í øllum Føroyum, sum
nýtti akurknív av útlendskum sniði, eina sigd (samanber
Rasmussen 1949).
í Sandoy roknaðu teir 18 bundi til eina tunnu av korni,
í Sumba 8 og í Vágum 12 til 14 bundi. í Porkeri rokn*
aðist raskur húskallur at skera 12 bundi um dagin, og í
Vágum kundi maður í tjúkkum og góðum akri skera
10—12 bundi um dagin, men ikki í tunnum akri (Svabo
1781—1782). Eftir hesum at døma skar maður um leið til
1) Kornarbeiði viðvíkjandi verður víst til Landt 1800, bls. 312 ff.
Rasmussen 1949, bls. 73 ff; María Skylv Hansen 1950, bls. 23 ff.