Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 47
Føroysk og japansk fuglastong.
Ein samanburður.
Eftir Robert Joensen.
Sum amboð at veiða fugl við tykist stongin, fyglingar*
stongin og fleygastongin, at vera rættiliga gomul; men
hvussu gomul hesi amboð eru her í landinum, vita vit
ikki. Tey kunnu vera eins gomul og búsetingin í Føroyum;
tey kunnu eisini vera tikin til nýtslu seinri.
Fyri um leið 300 árum síðani man fyglingarstongin hava
verið vanlig manna millum, tí sagt verður, at maður kundi
fáa 16 til 20 fuglar ísenn, tá ið hann legði stangarnetið fyri
fugl í bjørgum (Tarnovius 1669, og í 1673 skrivar Lucas
Df.bes um fleyg og fuglastong* 1).
At fygla er at veiða fugl við fyglingarstong, og tá verður
netið á rók ella hellu lagt fyri sitandi fugl, so at fleiri
verða veiddir ísenn, stundum 10—20. Fyri tað mesta er
tað lomvigi, sum menn hava fyglað.
At fleyga er at veiða fugl — lomviga, álku og lunda —
við fleygastong. Flúgvandi fuglur verður veiddur ein og
ein ísenn við fleygastongini.
Ein fleygastong ella fyglingarstong (stundum verður orðið
fuglastong nýtt um báðar) merkir øll amboðini, sum tey
eru, við hesum høvuðslutum: Stangartræ, stangararmar,
net, fyritráður, kósarband, horn og vavið ella íbindið (summir
siga snørið).
*) 1 Norðuroyum siga fleiri staðanøvn frá fleyging og fygling (Matras
1933). Hetta kann vera dømi um, at hesin veiðiháttur er rættiliga gamal
i Føroyum.