Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 57
Eitt sindur um setningar.
Eftir Robert Joensen.
A. INNGANGUR
Um føroyingar sigur Lucas Debes (1673), at sambært
fornan sið fekk hvør einstakur ávísan verð av mati býttan
til máltíðirnar, og arbeiði viðvíkjandi høvdu teir setning.
Arbeiðslagið í Føroyum á bø og í haga stóð við so at
siga óbroytt í fleiri øldir og til seinrapartin av 19. øld,
og tað, at maturin varð býttur, stóð við á summum bónda*
gørðum, serstakliga hvat ið viðskera viðvíkti, til út ímóti
1900. Gomul kona (T.)1), sum var uppvaksin á bygd
1865—80, segði mær, at soleiðis var, tað hon kundi minnast,
at hann, sum leivdi av mati sínum frá einari máltíð, setti
hetta upp á bitan, sum hann ella hon kundi fáa sær, tá
ið tað hóskaði, og kjøt varð altíð býtt til hvønn einstakan
til máltíðirnar. Maður borin í heim í 1877 (K.) segði, at
hann mintist, at tá ið ræst kjøt varð kókað, so varð býtt
til hvønn einstakan. Sama var, tá ið skerpukjøt var til við*
skerar, og tað var mest sum hvønn dag á bóndagarði.
Krovið varð sundurstykkjað. Síðani varð rópt upp. Tað
er at kasta lut á tann hátt, at ein vendi sær ímóti vegg*
inum ella bróstinum, meðan bóndin ella bóndakonan peik*
*) Umframt tilfar úr teimum bókum, sum nevndar eru seinast í hes»
ari ritgerð, er eisini nýtt tilfar, sum eg havi skrivað upp eftir frásøgu*
monnum. Bygdin, haðani tilíkt tilfar er nýtt, er skrivað stytt í hesari
ritgerð, og eru tær hesar: D. = Dalur; E. = Eiði; H. = Hattarvík;
Ho. = Hoyvík; K. = Klaksvík; Kf. = Kollafjørður; N. = Norðoyri;
O. = Oyndarfjørður; S. = Svínoy: Sa. = Sandvik; T. = Tórshavn.