Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 60
66
Eitt sindur um setningar
snældan verður í ymsum førum nýtt enn (Svabo 1781—
82, Joensen 1960).
Søgnin sigur, at knútur f SkÁlabotni var fyrsti maður
í Føroyum, sum átti karðar. Hann man hava livað um ár
1600 ella í fyrraparti av 17. øld (Weihe 1933—34, saman*
ber Degn 1945). Aðrenn karðarnir komu til nýtslu, nýttu
menn tókambar við skafti at greiða ullina við. Og so varð
spunnið. — Søgnin um, at karðarnir ikki vórðu tiknir til
nýtslu í Føroyum fyrr enn um ár 1600, kann mistaka seg,
men hildið verður, at karðarnir heldur seint hava loyst
av tókambarnar (Jirlow 1931).
Tá ið her verður talað um at spinna, so meinast at spunnið
verður á hjólrokki (»skotrokki«), sum var vanligur um
allar Føroyar til um leið 1920, og ymsastaðni í Føroyum
hevur tílíkt strá staðið uppi til dags í dag.
Søgumenn tykjast at vera samdir um, at hjólrokkurin
kom til Føroya úr Hetlandi út ímóti 1700, tá ið fólk úr
Hetlandi komu til Føroya at læra menn at spinna, men
verður eisini sagt, at hesin rokkur fyrr hevði verið nýttur
í Føroyum, men varð burturlagdur, so at menn høvdu
gloymt, hvussu hesi amboð skuldu nýtast (Svabo 1781 —
82, Landt 1800, Jirlow 1931; samanber Weihe 1933—34).
Svabo hevur greidliga greitt frá, hvussu hetta spunalag sá
út. Vert er at geva gætur, at føroyingar hava staðið og
spunnið, meðan skotar hava sitið og spunnið. Atvoldin
til hetta man helst vera tann, at trongligt var í húsum
føroyinga fyrr, og at teir tí ikki hava havt rokk mitt úti
á gólvinum, uttan endiliga neyðugt. Og skuldi maður sita
og spinna, so mátti hann helst vera út frá bróstinum ella
vegginum. Neyvan er nakar strábonkur í Føroyum, sum
gjørdur er soleiðis, at maður skuldi sita og spinna. í Orkn*
oyum havi eg sæð spunalag av somu útsjónd sum hjób
rokkurin, sum nýttur var í mínum barnaheimi, men strá*
bonkurin á hesum spunalagi í Orknoyum var nógv lægri,
og var hann eisini stytri. Tað var neyðugt, at strábonkurin
var lægri, og at stutt var ímillum rokk og snældu, tá ið