Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 60

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 60
66 Eitt sindur um setningar snældan verður í ymsum førum nýtt enn (Svabo 1781— 82, Joensen 1960). Søgnin sigur, at knútur f SkÁlabotni var fyrsti maður í Føroyum, sum átti karðar. Hann man hava livað um ár 1600 ella í fyrraparti av 17. øld (Weihe 1933—34, saman* ber Degn 1945). Aðrenn karðarnir komu til nýtslu, nýttu menn tókambar við skafti at greiða ullina við. Og so varð spunnið. — Søgnin um, at karðarnir ikki vórðu tiknir til nýtslu í Føroyum fyrr enn um ár 1600, kann mistaka seg, men hildið verður, at karðarnir heldur seint hava loyst av tókambarnar (Jirlow 1931). Tá ið her verður talað um at spinna, so meinast at spunnið verður á hjólrokki (»skotrokki«), sum var vanligur um allar Føroyar til um leið 1920, og ymsastaðni í Føroyum hevur tílíkt strá staðið uppi til dags í dag. Søgumenn tykjast at vera samdir um, at hjólrokkurin kom til Føroya úr Hetlandi út ímóti 1700, tá ið fólk úr Hetlandi komu til Føroya at læra menn at spinna, men verður eisini sagt, at hesin rokkur fyrr hevði verið nýttur í Føroyum, men varð burturlagdur, so at menn høvdu gloymt, hvussu hesi amboð skuldu nýtast (Svabo 1781 — 82, Landt 1800, Jirlow 1931; samanber Weihe 1933—34). Svabo hevur greidliga greitt frá, hvussu hetta spunalag sá út. Vert er at geva gætur, at føroyingar hava staðið og spunnið, meðan skotar hava sitið og spunnið. Atvoldin til hetta man helst vera tann, at trongligt var í húsum føroyinga fyrr, og at teir tí ikki hava havt rokk mitt úti á gólvinum, uttan endiliga neyðugt. Og skuldi maður sita og spinna, so mátti hann helst vera út frá bróstinum ella vegginum. Neyvan er nakar strábonkur í Føroyum, sum gjørdur er soleiðis, at maður skuldi sita og spinna. í Orkn* oyum havi eg sæð spunalag av somu útsjónd sum hjób rokkurin, sum nýttur var í mínum barnaheimi, men strá* bonkurin á hesum spunalagi í Orknoyum var nógv lægri, og var hann eisini stytri. Tað var neyðugt, at strábonkurin var lægri, og at stutt var ímillum rokk og snældu, tá ið
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.