Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 89
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
95
Langsprotarnir bera stundum bløð millum stuttsprotarnar.
Hesi bløð eru strikvaksin, men kubbut spísk í oddi og
stovni, tey hava heilt stuttan stelk og stóran niðurrendan
blaðíót. Langsprotabløðini eru andstødd, men kunnu eisini
vera andstødd einum stuttsprota. Meðalstødd teirra er:
Longd umleið 10 mm, breidd umleið 1,7 mm. Meira og
minni skilliga skrátt niðurrendir blaðstovnar síggjast stundum
á trýstmyndum av langsprotaásunum. Hesir blaðstovnar
breiða seg skiftandi hvør út yvir annan frá høgru og vinstru,
so sum eyðkent er fyri Metasequoia. Bestu hugmyndina um
blaðskipanina fáa vit kortini við at kanna stuttsprotarnar.
Væl varðveittir stuttsprotar — teir eru mangir í savninum
— vísa, at bløðini eru andstødd og tvíraðað (t. d. nr. 11)
(1. og 2. talva). Sum hjá Metasequoia glyptostroboides Hu
og Cheng (nýggj) vísa blaðstovnarnir, at tað bert tykist
so, at bløðini eru tvíraðað, tey eru verunliga skiftandi horn«
rætt andstødd (decusat). Hetta sæst við tað, at blaðstovn*
arnir eru skrátt niðurrendir og breiða seg skiftandi frá
høgru og vinstru inn yvir blaðføturnar á teimum andstøddu
bløðunum (t. d. nr. 11, 13) (1. talva 1., 3. og 4. mynd).
Úrslitið er eitt eyðkent skák mynstur á trýstmyndini
(nr. 8, 11, 13, D og H). Bløðini hava stuttan stelk, tey
eru strikvaksin, men kubbut spísk í oddin og stovnin. Við
stovnin eru bløðini niðurrend á tann hátt, sum oman fyri
er greitt frá. Á einari trýstmynd er miðriv blaðsins skilligt,
og stundum sæst ein foyra eftir longdini (nr. 11) (2.
talva, 3. mynd). Á trýstmyndum av ranguni á bløðunum
(vanligast í savninum) er miðrivið ein klænur framvaksin
strongur. Bløðkan er stríput eftir longdini (K) (2. talva,
3. mynd), og á summum eintøkum (t. d. nr. 8) (2. talva,
1. mynd) sæst ein røð av smáum kerum hvørjumegin
miðrivið.
Á hesum vakstrarpørtum eru øll tey eyðkenni, sum Chaney
(1951) greiðir frá, og sum tryggja greiningina til Metasequoia
occidentalis (Newb.) Chaney.
Á summum væl varðveittum stuttsprotum er hornið