Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 125

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 125
Fiskimarkið 131 tað vil eisini bera í sær, at hesi lond ikki longur halda eitt 12 míla landhalgi vera stríðandi móti fólkarættinum. Tí gildi av einum unilateralt settum fiskihalgi upp á 12 sjó* míl kann neyvan hvíla á øðrum grundvølli, enn at við* komandi land hevur rætt til eitt landhalgi uppá 12 sjómíl. Ein 6 míla regla um víddina av landhalginum hevur ikki størri heimild í royndum hjá londunum enn ein 12 míla regla. Ein altjóðadómstólur, t. d. dómstólurin í Haag ella ein altjóðagerðardómstólur, kann í dag valla koma til annað úrslit, enn at eitt 12 míla landhalgi ikki stríðir móti fólka* rættinum. Tað kann neyvan vera stríðandi móti fólkarættinum, at eitt land, ið hevur rætt til eitt landhalgi uppá 12 sjómíl, bert nýtir henda rætt til at kanna sær einarættin til fiskú skap út til 12 sjómíl, men setur hitt almenna landhalgið Iongur inni.1) Skal hin komandi norðsjóvarfiskisáttmálin vera galdandi móti øðrum londum, kann Stóra Bretland sostatt ikki uttan at taka støðið undan sær sjálvum siga, at hitt nýggja før* oyska fiskimarkið er stríðandi móti fólkarættinum, tí at tað er sett unilateralt, ella tí at tað gongur út um landhalgið. Sum nevnt er ætlanin at taka upp í sáttmálan, at lond, ið eru von at fiska undir einum limalandi, skulu hava rætt til at fiska inn til 6 sjómíl frá hesum landi. Ein tílík regla um søguliga grundað serrættindi fyri einstøk lond til fiskiskap innan mark hjá øðrum londum hevur fyrimynd sína í nøkrum uppskotum á ráðstevnunum í Geneve2) og í sáttmálanum frá 1959 millum Stóra Bretland og Føroyar um fiskimarkið við Føroyar. Hon hevur onga almenna heímild í fólkarættinum. >) Á ráðstevnunum í Geneve høvdu Sovjetrusland og hini londini í Eystureuropu ta støðu, at eitt land kann ikki hava eitt fiskihalgi uppá 12 sjómíl uttan samstundis at hava eitt landhalgi uppá 12 sjómíl, sjá t. d. Second Conference, Official Records, s 39. 2) Serliga uppskotið í document A/Conf. 13/C. 1/L. 159/Rev. 2, U. N. Conference, Official Records, vol. III s. 253.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.