Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 72

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 72
78 Gitt sindur um setningar sigur, at hann visti um eitt stykki í bønum í grannabygd, sum var 4 sátulendi til víddar, og sum fleiri høvdu roynt at sligið ein dag mest sum til roysnis, men hann visti bert um ein sláttumann, sum hevði fingið hetta frá hondini sum dagsverk. í hansara egnu bygd høvdu sláttumenn eisini roynt at sligið eitt stykki uppá 4 sátulendi ein dag, men hann visti einki um, at nakar hevði kunnað gjørt tað. Eftir hesum at døma, hevur dagsverkið hjá sláttumanninum í summum førum verið at sligið so mikið ein dag sum til 9 byrðar av hoyggi, í øðrum til um leið 7 byrðar. Og her er roknað við, at menn nýttu hin gamla heimagjørda líggjan at sláa við. 8. Kvøldsetningar. Kvøldsetningur ella kvøldsgerð var tað arbeiði, sum eitt vaksið fólk skuldi fáa úr hondum greitt eitt vetrarkvøld. Tá var kvøldið roknað frá nóni, klokkan 3 seinrapartin, og til klokkan 9 á kvøldi (H. — K.). Tey arbeiði, sum nevnd verða í hesum sambandi, eru at raka neytshúð, raka seyðaskinn, fletta og elta tálg. Tá ið menn fyrr rakaðu neytshúð, so lá tað petti av húnni, sum hann rakaði, á knænum, vanliga á høgra knæi, og niðan á lærið. Maðurin rakaði við hvøssum knívi eitt petti í senn oman móti knænum og førkaði so húnna. Somuleiðis varð gjørt, tá ið ein rakaði seyðaskinn; tá høvdu menn altíð brotið brókina so langt niðan, at skinnið Iá niður á bert lærið, tí tá var slættari undir og betur gekkst at raka. I skurðtíð heilt til um ár 1900 og eftir tað við var allur skurðurin, sum kom til garðs, vanliga flettur sama kvøldið. Hetta var neyðugt, tí somu menn gingu á fjall dag um dag. Hetta var ein tann strævnasta tíðin hjá teimum, sum gingu fjøllini, fyrst at reka seyð í rætt, so skuldi hagreiðast, og í mongum førum skuldi seyðurin beinast langa leið til húsa heim; so at býta og fletta, og aftur á fjall dagin eftir. At skera og elta tálg var strævið vetrar^ arbeiði (Joensen 1960 og 1964).
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.