Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 59
Eitt sindur um setningar
65
dagssetning og kvøldsetning, hava føroyingar mær kunnugt
nýtt hesi orð (samanber um setning eisini Jacobsen og
Matras 1961).
Hitt gamla føroyska bóndasamfelagið, soleiðis sum ar«
beiðislagið var, áðrenn broyting kom í eftir 1856 og enn
meira eftir 1872, roknaði dagin at vera frá klokkan 6 á
morni til klokkan 6 á kvøldi (sjá Landt 1800 og Evensen
1907). Bóndi í heimbygd mínari (K.), sum var upp á tað
besta frá 1865 til út ímóti 1900, og sum ongantíð fekst
við annað arbeiði uttan bóndaskap og útróður, hevði tann
sið, at tá ið menn skuldu í hagan at arbeiða, eitt nú í
torv, skera upp haga og annað meiri (fjallgonga ikki
íroknað), so skuldi farast av garði kl. 6 á morni, og teir
skuldu vera afturkomnir í roykstovuna klokkan 6 á kvøldi.
Og hesin bóndin helt fast við hetta alla ævi sína. Sambært
tað, sum sagt verður um kvøldsetning (sjá seinri), tykjast
teir fyrr at hava roknað arbeiðstíðina ein vetrardag frá
klokkan 9 á morni til klokkan 9 á kvøldi. Tað vanliga
man hava verið, at teir fyrr hava roknað arbeiðsdagin 12
tímar. Tó verður sagt úr Vágum (Rasmussen 1949), at har
var arbeiðsdagurin einar 16 tímar.
1. Tøting.
At karða og spinna roknaðist at vera mannfólkaarbeiði
(Landt 1800); og soleiðis var heilt út ímóti 1900, ið hvussu
er, sjálvt um orðatakið sigur »at neyð lærur nakna konu
at spinna«.
Elsta amboð at spinna við, sum vit vita um í Føroyum,
er handsnældan, og verða renlar eisini funnir at siga í
øllum útgrefstrum (Dahl 1955). Handsnældur kundu vera
ymiskar á útsjónd og stødd alt eftir tí, ið spunnið skuldi
verða á teimum, og tí hava teir fyrr kallað handsnældur
við tí heiti, tær vórðu nýttar til, eitt nú reipsnælda, garna*
snælda, haftsnælda, bandasnælda ella togsnælda. — Hand*