Fróðskaparrit - 01.01.2001, Side 3
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR
7
Mortan Nolsøe hevur gjørt, sæst eitt dømi
um, hvussu hetta motivið verður mett sum
lítið týðandi. Tann samandrátturin er hesin:
Tveir brøður í Noreg byggja eitt skip og fara
út at sigla. Á ferðini kemur Gongu Rólvur
umborð sum stýrimaður. Teir koma í Trølla-
botn, har ein risi beinir fyri allari manningini,
tá ið hon roynir at fara í land. Bara brøðumir
báðir og Rólvur sleppa undan við gulli sín-
um. Teir noyðast til gongu um ein stóran jøk-
ul, men á vegnum doyggja brøðurnir í kulda.
Rólvur grevur gullið niður og kemur sær inn
í eitt risahelli, har hann hittir eina kvinnu, ið
vísir seg at vera systir hansara. Hon fjalir
hann fyri risanum, og tá hesin kemur heim,
fær hon hann at lova ikki at gera Rólvi mein.
Tá Rólvur at enda fer úr hellinum, fær hon
risan at vaða við honum og einari kistu av
gulli gjøgnum havið. Síðani kemur Rólvur á
Moyggjaland. Hann biður tá risan hyggja
upp í eystur, og tá risin so ger, rísur sólin, og
tá verður hann umskaptur til ein stein. Rólvur
steðgar í tríggjar nætur hjá einari av
moyggjunum í borg hennara, og triðju nátt-
ina missir hon moydóm sín. Hon sendir boð
eftir einum risafugli at flyta Rólv burtur.
Fuglurin flýgur hann til Tróndheim. Har hitt-
ir hann systrina aftur við soni sínum. Hann
fer til Ólav kong, sigur honum frá, hvat til-
borist hevur og viðgongur, at hann hevur
sovið hjá systrini. (I summum føroyskum
frábrigdum skriftar hann og doyr síðani).
I hesum samandrátti verður incestmotivið
bert nevnt sum eitt heldur týdningarleyst
motiv móti endanum. A ein hátt kan sigast,
at incestmotivið verður lopið um, ella støða
verður als ikki tikin til tað. Tað sama tykist
henda í kvøðing. Kappakvæðastílurin køv-
ir ævintýraeyðkennini.
Søgan um ein drong, ið bjargar eini
gentu frá einum risa, er vælkend í
ævintýrum. Skillig ævintýradrøg og motiv
seta sín dám á kvæðið, og teir granskarar, ið
hava skrivað um tað, hava eisini gjørt vart
við henda líkskap. Kortini hevur eingin av
teimum tikið stigið fult út og viðgjørt
søguna sum eitt ævintýr. Kvæðið hevur
verið viðgjørt sum eitt kappakvæði millum
onnur, ávirkað av eyðkennum og drøgum
úr ævintýrunum, ið verða mett sum (yngri)
lán inn í eina eldri upprunaliga yrking ella
søgu. Vísindaliga kjakið um kvæðið hevur
einamest snúð seg um spurningar, ið annars
hava verið vanligir í norðurlendskari
kvæðagransking, sum aldur á kvæðnum,
útbreiðsla, uppruni, kelduviðurskifti og
skyldskapur við onnur kvæði.
I hesi grein geri eg einki við slíkar spurn-
ingar, men vísi til Mortan Nolsøe (1989), ið
eisini hevur víðari tilvísingar til hesa við-
gerð av kvæði okkara. Ørindi míni í hesi
grein eru at siga nakað um, hvussu Gongu
Rólvs kvæði kann hava verið fatað ella
misfatað av teimum, ið hava kvøðið tað og
kent tað í Føroyum, og tí hevur tað ongan
relevans, hvussu frábrigdi á øðrum norður-
lendskum máli eru, tí tey hava fólk í Føroy-
um ongan kunnleika havt um.
Eg viðgeri søguna eftir háttaløgum, ið
verða nýtt um ævintýr. A tann hátt haldi eg
meg kunna greiða summar óskiljandi partar
av søguni og geva eina betri heildarfatan av
henni, tí hon kann tykjast fløkt, serstakliga
um hon bara verður mett sum eitthvørt ann-
að kappakvæði, soleiðis sum fatanin av
kvæðnum tykist vera nú í tíðini millum