Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 3
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR 7 Mortan Nolsøe hevur gjørt, sæst eitt dømi um, hvussu hetta motivið verður mett sum lítið týðandi. Tann samandrátturin er hesin: Tveir brøður í Noreg byggja eitt skip og fara út at sigla. Á ferðini kemur Gongu Rólvur umborð sum stýrimaður. Teir koma í Trølla- botn, har ein risi beinir fyri allari manningini, tá ið hon roynir at fara í land. Bara brøðumir báðir og Rólvur sleppa undan við gulli sín- um. Teir noyðast til gongu um ein stóran jøk- ul, men á vegnum doyggja brøðurnir í kulda. Rólvur grevur gullið niður og kemur sær inn í eitt risahelli, har hann hittir eina kvinnu, ið vísir seg at vera systir hansara. Hon fjalir hann fyri risanum, og tá hesin kemur heim, fær hon hann at lova ikki at gera Rólvi mein. Tá Rólvur at enda fer úr hellinum, fær hon risan at vaða við honum og einari kistu av gulli gjøgnum havið. Síðani kemur Rólvur á Moyggjaland. Hann biður tá risan hyggja upp í eystur, og tá risin so ger, rísur sólin, og tá verður hann umskaptur til ein stein. Rólvur steðgar í tríggjar nætur hjá einari av moyggjunum í borg hennara, og triðju nátt- ina missir hon moydóm sín. Hon sendir boð eftir einum risafugli at flyta Rólv burtur. Fuglurin flýgur hann til Tróndheim. Har hitt- ir hann systrina aftur við soni sínum. Hann fer til Ólav kong, sigur honum frá, hvat til- borist hevur og viðgongur, at hann hevur sovið hjá systrini. (I summum føroyskum frábrigdum skriftar hann og doyr síðani). I hesum samandrátti verður incestmotivið bert nevnt sum eitt heldur týdningarleyst motiv móti endanum. A ein hátt kan sigast, at incestmotivið verður lopið um, ella støða verður als ikki tikin til tað. Tað sama tykist henda í kvøðing. Kappakvæðastílurin køv- ir ævintýraeyðkennini. Søgan um ein drong, ið bjargar eini gentu frá einum risa, er vælkend í ævintýrum. Skillig ævintýradrøg og motiv seta sín dám á kvæðið, og teir granskarar, ið hava skrivað um tað, hava eisini gjørt vart við henda líkskap. Kortini hevur eingin av teimum tikið stigið fult út og viðgjørt søguna sum eitt ævintýr. Kvæðið hevur verið viðgjørt sum eitt kappakvæði millum onnur, ávirkað av eyðkennum og drøgum úr ævintýrunum, ið verða mett sum (yngri) lán inn í eina eldri upprunaliga yrking ella søgu. Vísindaliga kjakið um kvæðið hevur einamest snúð seg um spurningar, ið annars hava verið vanligir í norðurlendskari kvæðagransking, sum aldur á kvæðnum, útbreiðsla, uppruni, kelduviðurskifti og skyldskapur við onnur kvæði. I hesi grein geri eg einki við slíkar spurn- ingar, men vísi til Mortan Nolsøe (1989), ið eisini hevur víðari tilvísingar til hesa við- gerð av kvæði okkara. Ørindi míni í hesi grein eru at siga nakað um, hvussu Gongu Rólvs kvæði kann hava verið fatað ella misfatað av teimum, ið hava kvøðið tað og kent tað í Føroyum, og tí hevur tað ongan relevans, hvussu frábrigdi á øðrum norður- lendskum máli eru, tí tey hava fólk í Føroy- um ongan kunnleika havt um. Eg viðgeri søguna eftir háttaløgum, ið verða nýtt um ævintýr. A tann hátt haldi eg meg kunna greiða summar óskiljandi partar av søguni og geva eina betri heildarfatan av henni, tí hon kann tykjast fløkt, serstakliga um hon bara verður mett sum eitthvørt ann- að kappakvæði, soleiðis sum fatanin av kvæðnum tykist vera nú í tíðini millum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.