Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 5

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 5
HEROISM AND INCEST IN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR 9 Inngangur (funktión 1-7). Heimangerð ogfráferð (funktión 8-11) Sambært Propp byrja gandaævintýrini við, at okkurt ólag er komið í hjá nøkrum fólk- um, sum skal fáast í rættlag aftur. Empir- iska tilfarið hjá honum er russisk (og sib- irsk) ævintýr. I teimum er vanligt í einum inngangsparti at greiða frá forsøguni til hetta ólag. Hesin inngangur er minni fastur, men tó als ikki ókendur, í føroyskum (og norðurlendskum) ævintýrum. Hann umfat- ar tær fyrstu sjey funktiónirnar í vondskip- anini hjá Propp, men er ikki við í Gongu Rólvs kvæði.. Síðani koma funktiónirnar nummar 8 til 11. Tær eru, at ein fíggindi ger seg inn á ella skaðar onkran í familjuni (f8). Hetta er tann vælkenda hendingin, at t.d. ein risi hevur burturflutt eina kongsdóttir. Eitt frábrigdi av hesi funktión er tað, at onkur í familjuni saknar ella ynskir okkurt. T.d. ein kongs- dóttir, ið ikki fæst at flenna, ella kann ikki teppast (f8a). Næsta funktión er, at skaðin ella saknurin verður kunngjørdur alment, og ein hetja kemur fram í søguni við einum ynski ella kravi (f9), og síðani átekur sær ella fær boð um at bøta skaðan ella saknin (f 10). Síðani fer hon heimanífrá (fll). Heimanífrá merkir ikki altíð frá hennara egna heimi, men bara burtur haðani, hend- ingamar higartil hava farið fram. Funktiónimar hjá Propp hanga saman í bólkum. Sum nevnt, er ikki hvør einstøk av øllum 31 við í øllum ævintýrum. I summum ævintýrum er útgreiningin skillig við øllum hesum fýra funktiónunum væl frágreidd- um, í øðrum falla summar saman. Men úr- slitið verður altíð hitt sama: hetjan ella høv- uðspersónurin fer heimanífrá. Funktiónir- nar (f8-fll) eru sostatt eisini ein frágreið- ing um, hví søgan so at siga fer í gongd. í kvæði okkara er hesin parturin bara lýstur á tann hátt, at pápin kemur oman til skipið hjá brøðrunum Illgerðssteini og Odnarbjørn og biðjur teir taka sín unga son við sum nýggjan formann. I A fyribrigdin- um av kvæðnum við hesum ørindum: 14. Teir komu seg so síðla dag, alt var fólk á gangi, har kom fram ein gamal maður við ungum syni í hand. 15. Har kom maður av bergi fram, Máur æt hann á Mýri: »Ger væl við mín yngsta son, hann kann væl knørri stýra!« 16. Hildu undan Islandi úr tí havnalagi, tóku inn unga Gongu Rólv, hann kemur nú fyrst í kvæðið. Propp leggur dent á, at hóast ikki allar funktiónir eru í einum einstøkum ævintýri, so koma tær, ið eru við, altíð í somu føstu raðfylgju. Her hava atfinningar verið førdar móti honum. Reglan er ivaleyst galdandi fyri hansara empiriska tilfar, men í eitt nú nógvum norðurlendskum og vestureurope- iskum ævintýrum kann ein regla um fasta raðfylgju ikki ásetast. Og vit kunna leggja afturat, at so er heldur ikki í mongum før- oyskum ævintýrum. I søguni um Gongu Rólv fáa vit einki at vita um nakra heiman- gerð, fyrr enn Rólvur hittir Hildu í hellinum hjá risanum Rosmari, og hon sigur frá, at tey bæði eru systkin. Tástaðni kemur undan
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.