Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 5
HEROISM AND INCEST IN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR
9
Inngangur (funktión 1-7).
Heimangerð ogfráferð (funktión 8-11)
Sambært Propp byrja gandaævintýrini við,
at okkurt ólag er komið í hjá nøkrum fólk-
um, sum skal fáast í rættlag aftur. Empir-
iska tilfarið hjá honum er russisk (og sib-
irsk) ævintýr. I teimum er vanligt í einum
inngangsparti at greiða frá forsøguni til
hetta ólag. Hesin inngangur er minni fastur,
men tó als ikki ókendur, í føroyskum (og
norðurlendskum) ævintýrum. Hann umfat-
ar tær fyrstu sjey funktiónirnar í vondskip-
anini hjá Propp, men er ikki við í Gongu
Rólvs kvæði..
Síðani koma funktiónirnar nummar 8 til
11. Tær eru, at ein fíggindi ger seg inn á ella
skaðar onkran í familjuni (f8). Hetta er tann
vælkenda hendingin, at t.d. ein risi hevur
burturflutt eina kongsdóttir. Eitt frábrigdi
av hesi funktión er tað, at onkur í familjuni
saknar ella ynskir okkurt. T.d. ein kongs-
dóttir, ið ikki fæst at flenna, ella kann ikki
teppast (f8a). Næsta funktión er, at skaðin
ella saknurin verður kunngjørdur alment,
og ein hetja kemur fram í søguni við einum
ynski ella kravi (f9), og síðani átekur sær
ella fær boð um at bøta skaðan ella saknin
(f 10). Síðani fer hon heimanífrá (fll).
Heimanífrá merkir ikki altíð frá hennara
egna heimi, men bara burtur haðani, hend-
ingamar higartil hava farið fram.
Funktiónimar hjá Propp hanga saman í
bólkum. Sum nevnt, er ikki hvør einstøk av
øllum 31 við í øllum ævintýrum. I summum
ævintýrum er útgreiningin skillig við øllum
hesum fýra funktiónunum væl frágreidd-
um, í øðrum falla summar saman. Men úr-
slitið verður altíð hitt sama: hetjan ella høv-
uðspersónurin fer heimanífrá. Funktiónir-
nar (f8-fll) eru sostatt eisini ein frágreið-
ing um, hví søgan so at siga fer í gongd.
í kvæði okkara er hesin parturin bara
lýstur á tann hátt, at pápin kemur oman til
skipið hjá brøðrunum Illgerðssteini og
Odnarbjørn og biðjur teir taka sín unga son
við sum nýggjan formann. I A fyribrigdin-
um av kvæðnum við hesum ørindum:
14. Teir komu seg so síðla dag,
alt var fólk á gangi,
har kom fram ein gamal maður
við ungum syni í hand.
15. Har kom maður av bergi fram,
Máur æt hann á Mýri:
»Ger væl við mín yngsta son,
hann kann væl knørri stýra!«
16. Hildu undan Islandi
úr tí havnalagi,
tóku inn unga Gongu Rólv,
hann kemur nú fyrst í kvæðið.
Propp leggur dent á, at hóast ikki allar
funktiónir eru í einum einstøkum ævintýri,
so koma tær, ið eru við, altíð í somu føstu
raðfylgju. Her hava atfinningar verið førdar
móti honum. Reglan er ivaleyst galdandi
fyri hansara empiriska tilfar, men í eitt nú
nógvum norðurlendskum og vestureurope-
iskum ævintýrum kann ein regla um fasta
raðfylgju ikki ásetast. Og vit kunna leggja
afturat, at so er heldur ikki í mongum før-
oyskum ævintýrum. I søguni um Gongu
Rólv fáa vit einki at vita um nakra heiman-
gerð, fyrr enn Rólvur hittir Hildu í hellinum
hjá risanum Rosmari, og hon sigur frá, at
tey bæði eru systkin. Tástaðni kemur undan