Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 6

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 6
10 »HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆRIKKI ALLAN STUND!« kavi, at her er ein burturflutt genta, og hendingarnar vísa so seinni, at uppgávan í søguni alla tíðina hevur verið at bjarga henni frá risanum. Eitt dømi av fleiri um eitt føroyskt ævin- týr, har raðfylgjan hjá Propp viðvíkjandi hesum funktiónunum ikki er fylgd, er Trøll- ið hjá Pápaleysa (Jakobsen, 1898-1901 s. 238ff.). Hetta er eitt ævintýr um tríggjar brøður, ið búgva saman. Teir koma í takholt við ein risa, ið ger teimum ónáðir, har teir húsast. Teir fáa bilbukt við hann, so hann rýmir og hvørvur undir ein stein. Undir steininum finna brøðurnir eitt hol í jørðini, sum hin yngsti sígur niður í. Har niðri finn- ur hann eina gentu, ið er fangi hjá risanum. Og nústaðni verður greitt frá, at her er ein burturflutt kongsdóttir. Restin av ævintýr- inum er so um, hvussu yngsti bróðirin bjargar henni. Trøllið hjá Pápaleysa er vælkent ævintýr við somu høvuðsgongd sum søgan um Gongu Rólv. Tað hevur nummar 301 A í al- tjóða týpuskránni hjá Aarne-Thompson (sí Nyman, 1984 s. 323), og Gongu Rólvs kvæði kundi væl verið tikið upp í hesa skrá við sama nummari sum Trøllið hjá Pápa- leysa, um endin á kvæðnum hevði verið meira líkur einum ævintýrenda. Gevari - Donor (funktión 12,13 og 14) Tað vísir seg í øllum gandaævintýrum, at høvuðspersónurin, hetjan, er ikki før fyri at útinna heimangerð sína uttan hjálp. Hon skal onkursvegna fáast á vegnum. Høvuðs- persónurin hittir onkran ella okkurt, og so fer ein leikur fram, ið endar við, at hann verður førur fyri at gera tað, hann skal. Hann hevur fingið ta vantandi hjálpina. Her byrjar gandaparturin av ævintýrin- um. Høvuðspersónurin fær eina uppgávu ella avbjóðing av onkrum slagi, ið krevur rætt andsvar. Hetta er ein roynd, ið skal av- gera, um hetjan er tann rætta. Verður and- svarið ikki rætt, er greitt, at sanna hetjan er ikki komin enn, og tann, ið ikki gevur rætt andsvar, fær heldur ikki lønina, ið er neyð- ug at greiða heimangerðina. Propp lýsir hesar funktiónir soleiðis: f 12. Fyrsta donorfunktión. Hetjan verður roynd, útspurd, álopin ella annað, sum fyrireiking til at hon fær ein gandalut ella hjálpara. f 13. Hetjan gevur andsvar til royndina. f 14. Hetjan fær ein gandalut ella aðra hjálp til uppgávu sína. Tann ella tað, hann fær hjálpina frá, kallast í ensku týðingunum av verkið Propps donor, ið merkir gevari, og kann vera hvat sum helst: fólk, trøll. risi ella stundum einki, tí hetjan finnur sjálv fram til hjálpina. Og hjálpin kann eisini vera alt ella einki. Ofta onkur lutur ella amboð við ganda- megi: eitt plagg, ið ger tann ósjónligan, sum fer í tað, ein hestur ella eitt skip, ið kemur fram líka væl eftir sjógvi sum landi og í luftini, ein floyta, ið ger okkurt við tey, sum hoyra hana, eini góð ráð bara ella okk- urt at vita, ið skal brúkast á røttum stað og í rættari løtu. Hjálpin kann eisini vera fólk ella dýr, men stundum bert gávur, ið hetjan sum hin serliga útvaldi, hevur fram um onnur fólk. Hetta seinasta krevur, at hann kemur í eina støðu, har evnini hjá vanligum fólki ikki røkka til at sleppa burtur úr henni aftur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.